Næstformaðurin í danska fólkatinginum, Ole Løvig Simonsen, var gesarøðari á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í ár.
Í røðu síni fegnaðist hann um stóra yvirskotið á fíggjarlógini og røddi annars um ríka mentanarlívið í Føroyum.
Ole Løvig Simonsen segði einki um støðu sína til fullveldismálið. Heldur ikki vildi hann gera nakrar viðmerkingar til Sosialinum um ríkisrættarligu støðuna.
? Tað einasta, eg vil siga er, at eg taki fult undir við góðu røðuni hjá Jóannes Eidesgaard, var viðmerkingin frá Ole Løvig Simonsen.