Jógvan á Lakjuni, næstformaður í løgtinginum heldur, at rokið um uppmøtingina hjá løgmanni og Jacob Vestergaard er rok um lítið og einki.
- Tað er ein øgilig rúmd, ið Tórbjørn Jacobsen fær í fjølmiðlunum at úttala seg um líkt og ólíkt, og tað er fantastiskt at hann skal koma sær at leggja løgmann og Jacob Vestergaard undir at vanvirða og forakta tingið og renna undan ábyrgd, tá ið spurningar skulu svarast í tinginum.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og næstformaður á tingi. Hann sigur, at sær vitandi hava løgmenn og landsstýrismenn altíð verið til staðar og komið til tíðina at svara fyrispurningum í tinginum, um teir annars hava verið heima. Sjálvandi kemur tað fyri, at landsstýrismenn eru uttanlands, men tá boða teir altíð frá í góðari tíð, at teir eru burturstaddir, sigur hann.
- Hetta, sum hendi í tinginum mikudagin, var eitt undantak og eftir mínum tykki eitt hendiligt óhapp. Løgmaður, sum annars altíð møtir rættstundis, var ein minutt ov seinur, og Jacob Vestergaard var fullkomiliga óskyldigur. Hann skuldi jú svara spurningum, aftan á at løgmaður hevði svarað sínum spurningum, og átti tí ikki tørn fyrrenn kanska ein tíma seinni. Og tí skuldi hann als ikki vera har, tá ið fundurin bleiv slitin, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann heldur tað tí vera púra burturvið av Tórbjørn Jacobsen at leggja hesar teir undir at renna undan ábyrgd.
? Ótrúligt, at fjølmiðlar ikki gjøgnumskoða hetta, men í staðin fara við upp í kórið hjá Tjóðveldinum, sigur hann.