- Vandin fyri, at koma í eina støðu, har áhugamálini hjá báðum flogfeløgum koma í konflikt við hvørt annað, fekk meg at taka meg úr nevndini í Atlantsflog.
Tað sigur Jens Wittrup Willumsen, sum í vikuni er farin úr nevndini í føroyska flogfelagnum, bara tveir mánaðir eftir at hann varð afturvaldur sum næstformaður.
Jens Wittrup Willumsen varð fyrstu ferð valdur í nevndina í Atlantsflog 24. apríl 2009. Hann varð seinast afturvaldur til næstformann í nevndini fyri Atlantsflog á aðalfundinum 8. mars.
Á sama aðalfundi varð Niels Mortensen valdur til nýggjan nevndarformann eftir Bjarna A. Bjarnason, sum fór úr nevndini, tá hann tók við sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðum.
Jens Wittrup Willumsen hevur verið nevndarformaður í Air Greenland síðani 2011, valdur av grønlendska landsstýrinum.
Eisini hevur hann royndir úr leiðandi størvum í skandiska flogfelagnum SAS, fyrstu árini eftir aldarskiftið.
Men um dagarnar, bara tveir mánaðir eftir aðalfundin í Atlantsflog, metir Jens Wittrup Willumsen seg kunna koma í trupulleikar av at sita í nevnd, bæði í Air Greenland og Atlantsflog.
- Tá eg tók við sum nevndarformaður í Air Greenland metti eg ikki, at tann uppgávan kundi koma í konflikt við mítt arbeiði í Atlantsflog, sigur Jens Wittrup Willumsen.
Og higartil hava ongir trupulleikar verið í somáta, sambært Villumsen, sum tó kortini hevur valt at fara frá sum næstformaður í Atlantsflog.
- Ja, tað geri eg fyri at fyribyrgja, at eg komi í eina slíka støðu, sigur Jens Wittrup Willumsen.
Hann dugir tó ikki at svara spurninginum, hví hann so ikki tók ta støðuna áðrenn aðalfundin í Atlantsflog 8. mars, tá hann tók við afturvali sum næstformaður.
Eykaaðalfundur er í Atlantsflog 19. juni fyri at velja nýtt fólk í nevndina fyri Jens Wittrup Willumsen.