Nú stendur valstríðið millum Clinton og Kennedy

Nú Edward Kennedy hevur boðað frá, at hann styðjar Barrack Obama, er dysturin um uppstillingina hjá demokratiska flokkinum vorðin ein hólmgonga millum tvey kend nøvn í flokkinum - Clinton og Kennedy

Edward Kennedy kunngjørdi í gjár, at hann stendur undir liðini hjá Barrack Obama í kappingini við Hillary Clinton um uppstillingina til forsetavalið í heyst.

 

Tann 75 ára gamli senatorurin er tann einasti av Kennedy-brøðrunum, sum er eftir á lívi. John F. Kennedy gjørdist forseti og boðaði frá einum nýggjum tíðarskeiði í amerikonskum politikki. Tann næsti bróðurin, Robert Kennedy, var á veg ímóti Hvítu Húsunum, men báðir gjørdust offur fyri drápsmannakúlum.

 

Edward Kennedy hevur serstøðu í demokratiska flokkinum, sum hann hevur umboðað í Senatinum í samfull 45 ár. Hann og Clinton-hjúnini eru vinfólk, og upprunaliga ætlaði hann at halda seg uttan fyri valstríðið. Men tá Bill Clinton legði eftir Barrack Obama fyri stuttum, gjørdi Edward Kennedy av at hjálpa Obama. Hann var ikki tann einasti í teirri máttmiklu ættini, sum tók ta støðu. Caroline Kennedy, sum er dóttir John F. Kennedy, hevði skrivað í New York Times, at "sum forseti fer Obama at líkjast pápa mínum".

 

 

Broyting í luftini

 

Tað var aftan á uppstillingarvalið í South Carolina um vikuskiftið, at Edward Kennedy gjørdi av at styðja Barrack Obama. Obama vann stórsigur í South Carolina, men Kennedy gjørdist í øðini, tá Bill Clinton samanbar sigurin hjá Obama við sigurin hjá Jesse Jackson í sama stati í 1984 og í 1988. Samanberingin var ikki røtt, tí Jackson vann tepurt báðar ferðir, meðan Obama vann stórsigur.

 

Tann 46 ára gamli Barrack Obama hevur verið senatorur síðani 2004, og boðskapur hansara um av savna amerikanska fólkið til eina nýggja byrjan uttan mun til flokslit ella húðalit hevur gjørt, at fleiri samanbera hann við John F. Kennedy.

 

-Eg kenni á mær, at tað eru broytingar í luftini, segði Edward Kennedy, tá hann í gjár kunngjørdi, at hann styðjar Obama.

 

Dagin fyri hevði hann ringt til Bill Clinton og greitt honum frá avgerð síni, og sambært amerikonskum fjølmiðlum var orðalagið ikki so vinarligt, tá samrøðan endaði, sum tá hon byrjaði. Edward Kennedy og Clinton-hjúnini vóru ofta saman, tá Bill Clinton var forseti, og tað hendi meiri enn so, at forsetahjúnini hildu frí heima hjá Edward Kennedy í Massachusetts.