Nú stendur um føðingina!

Nú skal vinnunevnd løgtingsins fyrsta dagin hava fund um uppskotið: Undirsjóartunnil til Sandoynna

Sjálv løgtingsviðgerðin gav okkum ávísa vón um, at eitt positivt úrslit fór at spyrjast burturúr.? ?Vinnunevndin skal nú helst hava hoyringar við ymsar viðkomandi partar og persónar, og út frá tí fáa vit so at síggja, hvussu tilmælið frá vinnunevndini ljóðar til løgtingið.? ?Talan er um tvey uppskot í løgtinginum um sama mál, men ymist er, hvussu arbeiðið skal skipast fíggjarliga. ? ?Fyri okkum í Sandoynni hevur tað minni týdning, hvør formur fyri  fíggingin verður valdur, meðan tað avgerandi er, at arbeiðið fer í gongd beinanvegin, t.v.s. neyðuga fyrireikingin og útbjóðing, og at sjálvt arbeiðið byrjar!? ?Vit hava hoyrt ymiskar politikarar sagt, at henda farleið ikki hastar so nógv fyri okkum, tí vit hava rímuliga gott ferðasamband við ferju. Men hetta er ikki rætt!? ?Vit hava nú fingið veruleikan at síggja viðvíkjandi tunnlunum til Vágar og Norðoyar, hvussu alstóran týdning fyri hesi øki at yvirliva í dagsins samfelag tunnlarnir hava. Sjálvsagt høvdu tey fáu fólkini, sum annars vóru eftir í hesum økjum, klára seg við ferjusambandið, sum var, men allur trivnaður og framgongd vildi steðgað og gingið aftur á hondina, meðan við verandi møguleikum hesi øki fjálgast og mennast til gagns og frama fyri landið!? ?Á sama hátt gerst neyðugt at útbyggja farleiðina til Sandoynna við tunnli. Sandoyggin við sínum fólkagrundarlagi, við sínum upplandi nær miðstaðarøkinum er eitt týðandi íkast til samlaðu gagnnýtsluna av okkara lítla landi.? ?Tí er svarið um tann høga kostnaðin:? ?Vit hava ikki ráð til at lata vera!? ? ?