Ein ógvuliga hátíðarlig løta hevur tíðliga seinnapartin í dag verið í Skopun, har várdagar eru hetta vikuskiftið. Hetta var løtan, sum bíðað hevur verið eftir – løtan, tá standmyndin av Peter Mohr Dam, sála, varð avdúkað beint niðan fyri snotuliga Selatraðneystið.
Nógv fólk var samankomið til løtuna, og veðurgudarnir vóru eisini við tiltakinum, tá Fríðhild Winther beyð vælkomin, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun kommunu og Rigmor Dam, løgtingskvinna og abbadóttir Peter Mohr Dam, hildu røðu.
Maðurin, sum tók dúkin av snøggu standmyndini, sum soleiðis varð avdúkað fyri almenninginum, var Andrias Jensen í Skopun.
Tað er Sigurd Hentze í Skopun, sum hevur tikið viðheftu myndir fyri In.fo.
Myndirnar eru niðanfyri: