Nú stendur nógv á honum

Eitt higartil ókent skjal herðir trýstið á stjóran í Heimsbankanum og kravið um, at hann eigur at fara frá.

Stjórin í Heimsbankanum, Paul Wolfowitz, hevur verið í trongum skóm ta seinastu vikuna, og líkt er til, at teir treingjast í hvørjum.

 

Í gjár kom fram, at eitt skjal, sum júst er komið undan kavi, ger støðu hansara uppaftur verri. Skjalið hevur varastjórin í Heimsbankanum, Xavier Coll, skrivað, og har umrøður hann ein fund, sum hann hevði við Paul Wolfowitz í juli í fjør. Í skjalinum sæst, at teir millum annað hava umrøtt møguleikarnar fyri at halda lønarviðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða í bankanum, loynilig.

 

Hetta kann koma Paul Wolfowitz stak illa við, og sambært amerikonskum fjølmiðlum bendir nógv á, at Wolfowitz ætlaði at fjala lønarhækkingina hjá vinkonuni. Tað er longu avdúkað, at hann gav vinkonu síni eina stóra lønarhækking, tá hann tók við sum stjóri í Heimsbankanum í 2005. Vinkonan arbeiddi har frammanundan.

 

Málið um lønina hjá vinkonuni hevur fingið fleiri lond at krevja, at Paul Wolfowitz skal leggja frá sær sum stjóri í Heimabankanum, og hann hevur fingið somu áheitan frá starvsfólkunum í bankanum. Hinvegin hevur USA ikki funnist at honum. Paul Wolfowitz var amerikanskur varaverjumálaráðharrin, til George W. Bush tilnevndi hann stjóra í Heimsbankanum.