Nú stendur á jøvnum

Kinverska formil 1 koyringin gjørdist somikið spennandi, at tað tyktist ikki sørt hóskandi, at koyringin endaði við at støðan í HM er fullkomiliga jøvn og sera spennandi.


Formil 1

Michael Schumacher koyrdi fyrstu um málstrikuna í kinversku formil 1 koyringini, beint í hølunum á honum var Fernando Alonso, og eru teir tí heilt javnir í kappingini um HM við 116 stigum hvør. Við Renault liðfelaganum hjá Alonso á triðja plássi kom Renault aftur framvið Ferrari í kappingini um HM fyri lið, men við 179 stigum móti 178 stigum til Ferrari er eisini tætt í hesari kapping.
Kinverska formil 1 koyringin byrjaði í regni, og Alonso koyrdi skjótt eitt stórt glopp niður til liðfelagan Fisichella, ið lá sum bremsa millum Alonso, Honda bilarnar, Kimi Räikkönen og Michael Schumacher. Michelin dekkini vóru nógv sterkari fyrstu løtuna. Við 13 umførum koyrdum var gloppið millum Alonso og Schumacher á 6. plássi 25 sekund.

Men tá var blivið somikið turt, at Bridgestone dekkini gjørdust betru dekkini, og ein fyri og annan eftir koyrdi Schumacher framvið kappingarneytunum. Fyri Alonso gjørdist løtan millum fyrsta og annað pittsteðg heilt galin, við skeivum vali av dekkum raplaði Alonso aftur eftir, men kom síðan fyri seg eftir annan pittsteðg, og endaði uppi á øðrum plássi.
Henda koyringin vísti í størri mun enn nakrantíð áður hvussu stóran týdning dekkini hava í nútímans formil 1. Einans ein av 12 teimum fremstu bilunum í tíðarkoyringini hevði Brigdestone dekk, tað var Michael Schumacher á 6. plássi. Í nógva regninum leygardagin var Michelin nógv betra dekkmerkið. Tað sama var galdandi í byrjanini av koyringini, men í hálvturra veðrinum vóru Bridgestone dekkini tey betru.

Alla koyringina vóru tættir nærdystir og nógvar yvirhálingar, stutt sagt var koyringin ómetaliga spennandi. Í allar seinasta svinginum, gjørdist dekan ov spennandi. Christian Albers og Takuma Sato høvdu ov nógv um at vera við sínum innanhýsis dysti, og endaðu við at forða Nick Heidfeld á fjórða plássi, ið royndi at koma framvið teimum enn eitt umfar. Teir forðaðu somikið illa, at báðir Honda bilarnir sluppu framvið Heidfeld, og í ruðuleikanum varð hann árendur av Rubens Barrichello.
 
Eftir koyringina varð Takuma Sato diskvalifiseraður fyri hendingina, og Christian Albers fekk 25 sekund løgd afturat síni tíð.
 
Úrslitið í Kina
 
1 Michael Schumacher - Ferrari                                      10 stig
2 Fernando Alonso - Renault                    +3.1 sekund 8 stig
3 Giancarlo Fisichella - Renault               +44.1 sekund                      6 stig
4 Jenson Button  Honda   +72.0 sekund                      5 stig
5 Pedro de la Rosa -  McLaren-Mercedes +77.1 sekund                      4 stig
6 Rubens Barrichello - Honda                  +79.1 sekund                      3 stig
7 Nick Heidfeld Sauber - BMW                +91.9 sekund                      2 stig
8 Mark Webber Williams - Cosworth        + sekund       1 stig
9 David Coulthard - RBR-Ferrari             + sekund
10 Vitantonio Liuzzi - STR-Cosworth      +1 umfar
11 Nico Rosberg - Williams-Cosworth     +1 umfar
12 Robert Doornbos - RBR-Ferrari          +1 umfar
13 Robert Kubica - Sauber-BMW             +1 umfar
14 Takuma Sato - Super Aguri-Honda     +1 umfar
15 Scott Speed - STR-Cosworth               +1 umfar
16 Christijan Albers - MF1-Toyota           +3 umfør
17 Sakon Yamamoto - Super Aguri-Honda                    +4 umfør 
Givin Ralf Schumacher - Toyota              +7 umfør
Givin Felipe Massa - Ferrari                     +12 umfør
Givin Jarno Trulli - Toyota                       +18 umfør
Givin Tiago Monteiro - MF1-Toyota        +19 umfør
Givin Kimi Räikkönen - McLaren-Mercedes                  +38 umfør
 




HM

fyri koyrarar

 

 


1

Michael Schumacher 

Týskland

116


 -

Fernando Alonso

Spania

116


3

Giancarlo Fisichella

Italia

63


4

Felipe Massa

Brasilia

62


5

Kimi Räikkönen

Finnland

57


6

Jenson Button 

Ongland

45


7

Rubens Barrichello

Brasilia

28


8

Juan Pablo Montoya 

Kolumbia

26


9

Nick Heidfeld

Týskland

22


10

Ralf Schumacher

Týskland

18


11

Pedro de la Rosa

Spania

18


 -

David Coulthard

Skotland

14


13

Jarno Trulli

Italia

12


14

Jaques Villeneuve

Kanada

7


 -

Mark Webber

Avstralia

7


16

Robert Kubica

Póland

6


17

Nico Rosberg

Týskland

4


18

Christian Klien

Eysturríki

2


19

Vitantonio Liuzzi

Italia

1
 
 




HM

fyri lið

 


1

Ferrari

178


2

Renault

179


3

McLaren-Mercedes

101


4

Honda

73


5

Sauber BMW

35


6

Toyota

30


7

Red Bull Racing Ferrari

16


8

Williams-Cosworth

11


9

STR-Cosworth

1