Nú stendur á hjá VB

Eftir greiða ósigurin fyri GÍ er botnurin nú av álvara farin at brenna hjá VB. Gøtumenn tykjast hinvegin vera um at finna rætta stevið, tó at tað nú er nakað langt liðið á kappingarárinum í so máta

Fótbóltur

Farna vikan hevur ikki verið ein av teimum, sum vágbingar fara at minnast fyri tað góða í fótbóltshøpi. Sunnudagin vitjaðu teir á Skála, har ætlanin var at skræða seg burtur úr niðurflytingarstríðnum, men hetta gekk ikki. Skála vann dystin við einum máli móti ongum, og so var støðan enn spentari.
VB hevði tó eitt kort eftir á hondini, tí við einum dysti til góðar vóru framvegis útlit fyri, at liðið kundi toga seg leyst undan teimum báðum seinastu dystunum. Á heimavølli móti einum GÍ liði, sum í ár hevur verið langt frá fortíðarinnar styrki, tóktust trý stig als ikki veruleikafjar, men úrslitið av dystinum segði tó nakað annað. GÍ vann nevnliga ein tryggan 3-0 sigur, og nú er av álvara farið at standa á hjá vágbingum.

Klassamunur
Tað var nakað av vindi á Eiðinum mikudan, og til tíðir órógvaði hetta eisini spælið hjá liðunum báðum. Ikki minst hjá VB, sum hevði vindin undan fyri steðgin. Heldur enn at halda bóltinum niðri, varð ofta roynt við longum bóltum til álopsmenninar, og aloftast varð úrslitið av hesum, at bólturin ferðaðist antin til GÍ-málverjan ella bara rullaði út av til málspark. Tað kann annars viðmerkjast, at í málinum hjá GÍ var hesa ferð Mortan Joensen, sum soleiðis fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum.
Hinvegin bar væl betur til hjá GÍ. Í verjupartinum megnaðu teir sera væl at stressa illa sperdu vágbingarnar, og við at royna seg við stuttum sendingum millum leikararnar megnaði liðið ofta at spæla seg niðan eftir vøllinum til møguleikar. Og tvær ferðir fyri steðgin gav hetta eisini úrslit.
Fyrru ferðina var talan um ein sanna perlu, tá Gidek fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin. Hóast vindurin var ímóti, so royndi hann seg við einum skrúvandi skoti, og Bjarni Johansen í VB málinum fekk ikki gjørt stórt annað enn at hyggja at, tá bólturin smoygdi sær inn um stólpan.
Og at VB ikki longur er tað, sum teir hava verið, var sjónligt við næsta málið. Serliga á heimavølli hevur talan verið um eitt ágangandi fótbóltslið, sum sjáldan hevur mótstøðumonnunm frið at spæla, men hetta sást lítið til, tá Bartal Eliasen fekk bóltin afturi í verjuni. Uttan at nakar vágbingur tóktist geva sær far um tað, rak verjuleikarin allan vegin niðan í VB-brotsteigin, og tá hann var komin somikið langt, so kundi hann akkurát tað sama royna seg við skoti, og so stóð 2-0.

Í kreppu
Og eftir steðgin var greitt, at VB er í kreppu. Gøtumenn høvdu at kalla ongar sum helst trupulleikar av at verja leiðsluna, og heldur enn at vágbingar skuldu minka um munin, so lág tað í luftini, at tað var meira sannlíkt, at eitt mál skuldi koma hinvegin.
Og tað gjørdi tað eisini hampuliga skjótt. Hesaferð var talan um deyðbóltsstøðu. Bólturin varð sendur inn um VB-verjuna, og meðan vágbingar til fánýtis royndu at fáa linjuverjan at veittra fyri rangstøðu, hevði Bartal Eliasen ikki stórvegis trupulleikar av at pota fram við Bjarna Johansen.
Og við úrslitinum stendur nú greitt, at tað skal eitt sindur til hjá VB, um teir skulu sleppa undan at spæla um sessin í deildini. Í løtuni eru tvey stig niður til FS Vágar á níggjuna plássinum, men tað er ikki víst, at hetta fer at halda seinsatu tvey umførini. Í øllum førum er lítið at ivast í, at vágamenn ætla sær trý stig, tá Skála kemur á vitjan sunnudagin, og hendir tað, so skal VB hava stig, um teir ikki skulu detta eitt pláss niður. Eftirverandi dystirnir hjá VB eru á útivølli móti EB/Streymi og so heima móti B68, og á pappírinum eru tað í øllum førum ikki dystir av tí lætta slagnum.
Hjá GÍ er støðan eitt sindur meira ómaksleys. Niðurflyting verður talan so á ongan hátt um, og enn livir vónin hjá teimum um, at tað aftur næsta ár skal bera til hjá teimum at spæla altjóða fótbólt. Til hetta krevast tó, at tað verður B36, sum verður meistari í ár, og so er tað kanska ikki óhugsandi, at gøtufólk komandi vikuskifti fara at fylgja betur við dystinum í Gundadali, heldur enn at hugsa um Svangaskarð, har GÍ skal vitja B68. Tað er tó sjálvandi eisini ein dystur, sum ærukæru gøtuemenninir vilja vinna, og á hagtalssíðuni hava teir aloftast staðið seg væl á Svangaskarði. Hinvegin skerst ikki burtur, at við tunna hópinum, sum liðið hevur í ár, so kann tað gerast trupult, nú bæði Súni Olsen og Høgni Madsen hava leikbann eftir dystin hesaferð.

Dysturin í tølum
VB-GÍ 0-3 (0-2)
0-1: Zdzislaw Janik
0-2: Bartal Eliasen
0-3: Bartal Eliasen
Dómari: Lassin Isaksen

VB: Bjarni Johansen ? Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic, Slobodan Madzar ? Dan Djurhuus, Poul Poulsen, Milan Culic, Anders Sørensen, Poul Poulsen, Palli Augustinussen ? Brian Andresen
GÍ: Mortan Joensen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Samuelsen, Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Símun Samuelsen ? Krzystof Popczynski, Bárður á Lakjuni