Unga NSÍ-liðið við Kára Reynheim á odda stríðist mannliga við eitt nú at halda hýrinum uppi eftir fleiri súr tap, har teir hava verið á odda og síðani mist alt á gólvið. Sunnudagin vóru teir á vitjan í Streymnesi hjá EB/Streymi, sum av álvara hevur funnið stevið aftur og undan dystinum ikki hevði tapt í sjey steypa- og landskappingardystum á rað. Teir tóktust tó nakað troyttir eftir søta 4-1-sigurin á HB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið undan.
Kristian vardi væl
Tað var eisini EB/Streymur, sum setti seg við róðrið at kalla alt fyri eitt. EB/Streymur hevði nógva vindin undan í fyrra hálvleiki og eftir einum korteri bankaðu teir av álvara á dyrnar. Fyrst ein tvífaldur møguleiki, har NSÍ-málverjin Kristian Joensen fyrst vardi fyri, áðrenn stútarin í aðru atløgu endaði omanfyri málinum. Í næsta álopinum var tað vandamikla parið, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen, sum hótti. Hans Pauli sendi bóltin í høvdið á Arnbirni, men aftur hesaferð vardi Kristian Joensen fyri.
NSÍ-málverjin hevði ein drúgvan og góðan arbeiðsdag henda hálvleikin og vardi hann aftur fyri, tá ið Arnbjørn Hansen kom at standa næstan púra leysur eftir einum hálvum tíma.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki og var hálvleiksstøðan 0-0.
Egil avgjørdi
Í seinna hálvleiki hevði NSÍ fyrimunin av nógva undanvindinum og í størri løtum eisini lá framvið. Teir vunnu tó ongantíð yvirtakið frá EB/Streymi, sum tíðliga í seinna hálvleiki legði eitt trýst. Eitt trýst, sum í 58. minutti gav úrslit. NSÍ-verjan fekk ikki ruddað burtur eftir eitt hornaspark, sum endaði hjá Egili á Bø, sum við høvdinum stýrdi bóltin í mál til 1-0 til EB/Streym.
Løtuna eftir hetta gekk eitt sindur aftur og fram, men tá ið NSÍ seinasta korterið flutti miðverjan, Jens Joensen, fram í álopið, megnaðu teir at seta EB/Streym undir eitt hækkandi trýst, sum ímóti dystarenda gjørdist til eitt stórt trýst. Teir royndu at gaggnýta viðvindin og høvdu teir nógvar vandamiklar hornasparksstøður. Óheppið fyri teir vóru tær úrslitaleysar, og máttu teir bara staðfesta, at teir ikki stóðu sundalagsmonnum mát í hesum deyðbóltsstøðunum, og at tað eisini kom at kosta teimum dýrt. Málið hjá Egili á Bø gjørdist nevniliga einasta málið í dystinum, og vann EB/Streymur harvið dystin 1-0.
EB/Streymur hevur við trimum sigrum á rað nú lagt seg undir liðina á HB á 2. plássi, meðan NSÍ framvegis stríðist og enn er á næstaftasta plássi.