Næstbesta úrslit nakrantíð

TíÐindaskriv

Hóast kappingarstøðan var hørð innan altjóða flutning í Føroyum, so rakk Atlantic Airways sínum næstbesta úrsliti nakrantíð í 2003. Úrslitið fyri skatt var 12.163.259 krónur, sum er á leið tað sama sum í fjør, tá úrslitið var 100.000 krónur minni.
Nettosølan vaks úr sløkum 190 milliónum upp í slakar 200 milliónir og hetta svarar til ein vøkstur uppá 5%.
Tilsamans flutti Atlantic Airways 115.000 ferðafólk í fjør í mun til 101.000 árið fyri. Flogførini vóru 3.722 tímar á flogi í mun til 3.149 árið fyri, og tað svarar til ein vøkstur uppá 18%. Hinvegin minkaði tyrluflúgvingin úr 1109 tímum niður í 829 tímar.
Felagið hevur minkað munandi um skuldina í fjør, so langfreistaða skuldin er minkað úr 100 milliónum niður í 50 milliónur krónur eftir einum ári. Gjaldførið var kortini gott við árslok - um 44 milliónur krónur.
Slakar 2,5 milliónir eru settar av til skatt, so úrslitið eftir skatt er 9.730.607 krónur.
Úrslitið er eftir umstøðunum gott, og nevnd og stjórn fegnast um, at starvsfólkaliðið hjá Atlantic Airways so støðugt hevur megnað at skapa góð úrslit. Kortini ásanna nevnd og stjórn, at tað er alneyðugt hjá felagnum at røkka góðum úrslitum, tí krøvini til atljóða flutning eru beinhørð eins og íløgutørvurin verður stórur í næstu framtíð.
Nevndin fer á aðalfundinum í dag kl. 12.00 at mæla til, at partaeigarin fær eina millión krónur í vinningsbýti.