Skúlin á Trøðni
- At fáa boðini um, at lítli sonur okkara allarhelst var blivin heilaskaddur orsakað av iltmangli undir føðingini, var sjálvsagt sera hart. Men vit hugsaðu positivt, og sóu møguleikar í staðin fyri forðingar, siga Eydna Skaale og Ragnar við Streym.
4. desember í 2005 fingu tey sonin Benjamin. Burðurin gekk sera illa, og tað vísti seg eisini, at lítli drongurin fekk mein. Hann hevði sera álvarsaman iltmangul, tá hann langt um leingi kom í verðina, og seinni varð staðfest, at hann av iltmanglinum hevur fingið heilaskaða.
Hóast nógvar kanningar, er framvegis ikki staðfest hvussu umfatandi skaðin er. Til samanberingar kann tó nevnast, at meðan javnaldrarnir nú eru um at fara til gongu, megnar Benjamin framvegis ikki at halda høvdinum.
-Tá eg spurdi um framtíðina, t.d. um hvussu fór at verða við ansing, svaraði læknin, at talan allarhelst ikki fór at verða um vanliga ansing, men at Benjamin nokk skuldi á Skúlan á Trøðni.
Eydna sigur, at av tí, at mamma hennara hevur starvast mestsum alt lívið á Skúlanum á Trøðni, visti hon hvat tað innibar. Og tað uggaði hana, at vita, at tað vóru nokk av fakfólki at hjálpa soninum.
- Tá eg eftir summarfrítíðina ringdi á skúlan, fyri at spyrja hvussu eg kundi innskriva sonin á dagstovnin, fekk eg at vita, at har var einki dagligt tilboð fyri smábørn longur. Vit kundu koma av og á til "eygleiðing og vegleiðing", men skúlin á Trøðni var broyttur til bert at vera ein skúli fyri børn 7 ár og eldri, sigur Eydna.
Næstbesta loysnin
Henda avgerð hevur við sær, at tað nú eru nøkur heilt fá smábørn, ið verða slept uppá fjall, hvat ið teirra menning viðvíkur. Tey eru so fá, at tey kunnu teljast á einari hond.
- Vit vil als ikki taka nakað frá stuðlunum og stuðlaskipanini. Tað er ein góð og kærkomin skipan. Men hon er kanska meiri fyri okkum foreldur, soleiðis, at vit kunnu sleppa til arbeiðis aftur -ella fyri at avlasta okkum í gerandisdegnum. Men tað hjálpir ikki børnum sum Benjamin við teirra menning, siga Eydna og Ragnar.
Tey vísa á, at menningin hjá hesum børnunum ikki kemur av sær sjálvum, og at tey tí allatíðina mugu hava hjálp at mennast.
Sum er, fær Benjamin nakað av hjálp. Hann fær fysioterapi eina ferð um vikuna, og hevur higartil verið eina ferð til ergoterapi. Og so gera foreldrini venjingar við honum heima.
-Trupulleikin er bert, at vit hava ikki neyðuga førleikan til at hava ábyrgina av, at Benjamin fær røttu stimbranina. Markið ímillum nær hann verður tr‡stur akkuát nokk, og nær hann verður tr‡stur ov nógv, er hárfín, greiðir tey frá.
Eydna leggur afturat, at tey heldur ikki hava tey neyðugu amboðini, leikurnar o.a., sum skulu til, fyri at hjálpa dreinginum sum best.
Harafturat eru tað, sum er, nógvir ymiskir stovnar og fólk, ið eru um Benjamin, og til tíðir er samskiftið rættiliga trekt, um nakað samskiftið yvirhøvur er.
-Øll, ið vit eru í samband við, eru fantastisk og gera veruliga sítt besta. Men tað er eingin yvirornað ætlan, sum øll arbeiða eftir. Øll arbeiða hvør í sínum lagi, ístaðin fyri at draga eina linju. Tað kundi starvsfólkið á Skúlanum á Trøðni munandi lættari gjørt, tí tey starvast øll undir sama taki, vísa Eydna og Ragnar á.
Tey siga víðari, at ein tími um vikuna til fysioterapi og ein tími til ergoterapi sjálvsagt ikki kunnu koma í staðin fyri fleiri tímar av dagligari viðgerð.
Tískil er stuðulsskipanin ella víðari sjúkamelding hjá antin Eydnu ella Ragnari bert næstbesta loysnin. Eisini hóast tey fáa nakað av hjálp til venjingar. Og tey vilja ikki góðtaka næstbestu loysnina, tá tað sn‡r seg um sonin.
Pengar eru trupulleikin
– Vit hava verið í samband við bæði Mentamálaráðið, Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin. Tað tykist, sum øll eru fullgreið um, at her er ein trupulleiki, sum má loysast. Men loysnin kemur ikki, staðfesta tey.
Hon sigur, at um hon hevur skilt tað rætt, so er tað ein peningaligur knútur, sum ikki verður loystur.
- Eg havi verið á fundi við skúlastjóran á Skúlanum á Trøðni, og hann sigur seg fegin vilja taka hesi fáu børnini inn, sum í løtuni ikki fáa neyðugu hjálpina. Men hann kann ikki taka tey inn, fyrr enn peningalig játtan er fingin frá landsst‡rismonnunum, sigur Eydna.
Ein partur av trupulleikanum er eisini, at tað ikki er greitt, um hetta málið hoyrir undir Mentamálaráðið ella Almanna- og Heilsumálaráðið. Tískil er enn torførari at fáa neyðugu játtanina. Allir tykjast bara senda bóltin víðari.
- Ein, sum eg tosaði við á Mentamálaráðnum harmaðist um, at hesi børnini eru blivin burtur í berum paragraffum. Tað er allarhelst rætt, men tað kann ikki góðtakast. Skal 11 mánaðar gamli Benjamin bíða við smábarnamenningini inntil hann verður 7 ára gamal, bert tí landst‡rismenninir ikki kunnu loysa hendan knútin? Tað ber jú als ikki til, staðfesta Eydna og Ragnar.
Visjón 2015
- Vit vita, at støðan hjá teimum brekaðu í Føroyum er batnað nógv seinastu árini. Men við at niðurleggja smábarnagarðin á Skúlanum á Trøðni, hava teir tikið eitt stórt stig skeiva vegin, sigur tey.
Eydna heldur fram, og sigur, at hon ikki biður landst‡rismenninar um at uppfinna nakað n‡tt ella at seta eina n‡ggja skipan í verk.
- Tað einasta vit ynskja, er, at núverandi skipan verður gagnn‡tt betri, soleiðis, at hon kann verða til gleði og gagns fyri fleiri. Og tað má kunna lata seg gera, tí tað er sera ørkymlandi at vita, at ein betri loysn er, enn tann, sum verður bjóðað okkum, staðfesta tey.
Hon nevnir at enda visjón 2015, sum nærum hvønn dag verður havd á lofti.
- Teir tosa og tosa um hvussu Føroyar skulu vera heimsins besta land í 2015. Men her er ein ítøkilig broyting, sum kann gerast nú, og sum ger Føroyar til eitt betri land at búgva í hjá nøkrum familjum, ið hava smábørn við serligum tørvi, staðfestir Eydna.
-Miðvís stimbran og ítøkiligar arbeiðsætlanir eru nakað, ið eru sjálvsagdar uttanlands, tá tað sn‡r seg um smábørn við serligum tørvi. Kunnu vit ikki fáa tað her heima, so kenna vit okkum noydd at flyta, fyri at tryggja Benjamin best møguligar møguleikar, siga Eydna Skaale og Ragnar við Streym at enda.