Næstbesta deildin fer á rull

Hesa ferð eru fleiri enn helmingurin av feløgunum við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina

2. DEILD

Í dag verður farið undir landskappingina í næstbestu deildini. Meðan dystartalið í bestu deildini undan hesum kappingarárinum varð økt til 27, so er tað framvegis soleiðis, at liðini í næstbestu deildini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum ella átjan ferðir íalt.
Frá og við í dag verður spælt mest sum hvørt vikuskifti inntil 25. juni. Tá verður summarsteðgur inntil 6. august, og so verður hildið fram inntil 22. oktober.
Í fyrsta umfarinum sær skráin soleiðis út: B36-B68, Royn-FSV2004, AB-B71, LÍF-Sumba og GÍ-HB. Seks av teimum tíggju luttakarunum kappast um at flyta upp í bestu deildina. Tey eru B68, Royn, FSV2004, AB, B71 og LÌF. Hjá B36, Sumba, sum er saman við VB, GÍ og HB eru tað næstbestu liðini, sum eru í 2. deild.
Í vetur legði FSF upp til, at tað bara skuldi vera besta liðið í 2. deild, sum skuldi flyta upp, og at einki endaspæl harvið skuldi vera um eitt pláss í bestu deildini. Uppskotið vann ikki frama millum limafeløgini í FSF.
Undan kappingarbyrjan hava feløgini í næstbestu deildini kappast í FSF steypakappingini. Í hálvfinaluna eru komin LÍF, B68, AB og B71. Tað er kanska góð ábending um, hvørji feløg kunnu roknast at fara at vera við í kappingini um toppsessirnar.