- Tað er fantastiskt at spæla á einum fullsettum Tórsvølli, og tað hava vit eisini brúk fyri, um vit skulu náa okkara máli, sum er at fáa fulla úrtøku ímóti Lettlandi, sigur Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji, við heimasíðuna hjá FSF í samband við heimadystin ímóti lettum, sum verður um góðar tvær vikur.
A-landsliðið við monnum hevur tveir dystir eftir at spæla í undankappingini til HM 2018, sum verður í Russlandi komandi summar. Leygardagin 7. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og týsdagin 10. oktober spælir føroyska landsliðið á Groupama Arena í Budapest, har ungarar vera vertir.
Atgongumerkjasølan til heimadystin ímóti lettum hevur gingið væl, og higartil eru eini 4.350 atgongumerkir seld. Á Tórsvølli eru 4.806 setur, so tað merkir, at bara eini 450 atgongumerkir eru eftir.
- Sjálvt um vit vunnu fyrra dystin í Lettlandi, so verður hetta als ikki nøkur løtt uppgáva. Teir fara at gera alt fyri at hevna tapið fyri einum ári síðani, so vit hava brúk fyri øllum hugsandi stuðli á áskoðaraplássunum, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.
Klokkan 10 í dag verður hópurin til landsdystirnar báðar úttiknar. Rás 2 sendir beinleiðis frá úttøkuni á Tórsvølli og hópurin verður at síggja á in.fo beinanvegin.