Næstan túsund bilskaðar í jólaódnini

Í grein í Sosialinum tann 14. januar 1989 stendur at næstan 1000 bilar fingu skaða í jólaódnini 21. og 22. desember 1988.

Fleiri bilar gjørdust vrak. Ein bilur í Hvalba var fullkomiliga horvin, hann var helst fokin á sjógv.


Við teimum nógvu skaðunum beint fyri jól kom samlaða talið av bilskaðum upp um 6.000 í 1988.


Hetta gav sum vera man nógv arbeiði til bilverkstøðini og sýnsmenninar hjá Tryggingarsambandinum Føroyar.