Mentanarnáttin, næstan sum á Ólavsøku. Hetta er vanligt at hoyra í býnum, tá Mentanarnáttin er, og í ár verður einki undantak. Fyri 15. ferð taka handil og mentan lógvatak og gera Havnina til staðið, har øll hittast fyri saman at uppliva, handla og hugna sær. Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og í størri og størri mun vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum.
Mentanarnáttin hevur alt. Tey sum vilja handla og vilja hava tíð til tað, hava ríkan møguleika til tað nú handlarnir hava opið til klokkan 23:00. Handlarnir taka ímóti gestum við blíðsemi og hópin av góðum og serligum tilboðum Mentanarnáttina. Matstovurnar og hotellini spenna seg út, so ein hugnaløta við góðum mati er eisini nakað tit kunnu unnað tykkum.
Livandi tónleikur er bæði inni og úti, í vanliga lukkaðum havum, í smogum og út til gongugøtuna. Kirkjurnar eru opnar, og hevur Havnar kirkja aftur fleiri konsertir í ár. Friðarligar, hugnarligar løtur, fólk sum spáka í gøtunum. Á Mentanarnáttini eru flestu tiltøkini ókeypis.
Er mentanin fremst í huganum, so eru søvnini opin, og nógv verður gjørt fyri at bjóða serligar framsýningar til júst hetta kvøldið. Tjóðsavnið hevur opið eins og Gróðurstøðin í Hoydølum hevur leingi opið.
Heilt serligt fyri Mentanarnáttina í Havn er, at tit fáa høvi at vitja stovnar og virkir, sum vanliga ikki eru opin. Nevnast kunnu Tinganes, Móttøkuhúsið, Býráðið og Tryggingarfelagið.
Skráin fyri í ár liggur í handlunum í býnum og sæst á www.visittorshavn.fo. Dagføringar verða leypandi gjørdar.