Næstan ongin bíðitíð at sleppa undir skurð

Skurðviðgerðir, sjúklingar sjálvir útvega sær, uttanum føroyska heilsuverkið, mugu teir eisini rinda sjálvir

Tað er ikki serliga long bíðitíð eftir at verða lagdur undir skurð fyri sjúkur og brek í rygginum.

 

Tað staðfestur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vildi hava at vita frá henni, hvussu leingi tað er hjá sjúklingum við trupulleika í rygginum, at sleppa undir skurð.

 

Sirið Stenberg sigur, at er talan um bráðneyðuga skurðviðgerð, er ongin bíðitíð, men annars er bíðitíðin tvær til fýra vikur í miðal.

 

Er talan er um størri skurðviðgerðir, er bíðitíðin eina tvær vikur og tær viðgerðirnar fara fram á sjúkrahúsinum í Glostrup.

 

Í fjør vórðu 57 føroyingar skurðviðgjørdir í rygginum og av teimum vórðu 17 skurðviðgjørdir á Landssjúkrahúsinum, har útlendskur rygglækni arbeiðir eina viku um mánaðin.

 

Hinir 40 vórðu lagdir undir skurð í Danmark. Av teimum vórðu 28 sjúklingar lagdir undir skurð á privatum sjúkrahúsi, føroyska heilsuverkið hevur avtalu við, og 12 vórðu viðgjørdir á sjúkrahúsinum í Glostrup.

 

Annars staðfestir Sirið Stenberg, at føroyska heilsuverkið rindar bara fyri viðgerðir uttanlands, sum yvirlækni í føroyska heilsuverkinum hava sent avstað.

 

Og teir kunnu bara senda sjúklingar á viðgerðarstøð, sum føroyaska heilsuverkið hevur avtalu við og skulu sjúklingar sendast aðrastaðni, krevst serloyvi til tað.

 

- Tískil ber ikki til at geva endurgjald fyri viðgerðir, sum sjúklingurin sjálvur útvegar sær. Orsøkin til hesa skipan er, at heilsusverkið má tryggja sær, at tað eru skipað viðurskifti á økið, og at viðgerðirnar, tað almenna keypir uttanlands, eru nóg góðar, sigur Sirið Stenberg.