Tað er av mesta vindi í morgun, og tað hevur mestsum lammað alla samferðsluna, bæði á sjógvi og á landi.
Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at tað eru bara bussurin vestur á Flogvøllin og til Sørvágs, sum koyrir, umframt bussurin til Vestmanna og á Gomlurætt.
Øll onnur koyring av avlýst í morgun.
Eisini fleiri av skipunum hjá Strandferðsluni eru løgd. Ternan siglur ikki, og tað er heldur ongin sigling í Skúgvoy og út í Hest.
Marin Gaardlykke sigur, at óvist er um Rita eisini verður løgd, men undir øllum umstøðum fer hon bara til Svínoyar og ikki til Fugloyar.