Framsókn arbeiðir av øllum alvi við uppstillingini til kommunuvalið, og tað liggur fast, at flokkurin stillar upp til Tórshavnar býráð.
- Kanska onkra aðra staðni eisini, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Helst verður ein uppstillingarfundur í næstu viku.
Fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar kommunu skal ein listi hava 1/13 av atkøvðunum. Tað merkir 7,7 prosent av atkvøðunum. Taka vit tølini frá seinasta kommunuvali í Havn, so merkir tað, at ein listi skal hava 786 atkvøður.
Við seinasta kommunuval í 2008 fekk Sjálvstýrisflokkurin 539 atkvøður, sum er 5,27 prosent. Miðflokkurin fekk 234 atkvøður, sum er 2,29 prosent.
Bera vit saman við løgtingsvalið í fjør, so fekk Framsókn 10,5 prosent av atkvøðunum í Havn, sum er 2,8 prosent meira enn tað, sum skal til fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð. Sjálvstýrisflokkurin fekk 3,6 og Miðflokkurin 5,6 prosent.
Poul Michelsen hevur áður boðað frá, at hann ikki sjálvur verður á listanum. Hann vil ikki kunngera navnið á nøkrum valevni.