Næstan hvønn dag á vøllinum

Viðareiði: Tað er ikki dagur at ikki onkur drongur ella vaksin er at síggja á fótbóltsvøllinum í bygdini.

So skjótt sum skúlin er liðugur plaga teir fyrstu dreingirnir at síggjast á vøllinum, og um kvøldið plaga teir vaksnu menninir í bygdini ofta at manna lið til dyst.
Nógvir av dreingjunum spæla eisini við liðum hjá KÍ í Klaksvík, og taka bara hesar dystirnar á "heimavølli" sum eina eyka venjing.
Henda eina dagin vit vitjaðu í bygdini vóru teir sjey dreingir sum spældu saman á graslíkisvøllinum. Teir vóru so mikið fáir, at teir ikki fingu manna lið, so teir spældu bara uppá eitt mál.
Teir sjey dreingirnir vóru: Emil Simonsen (13 ár), Jóannes Sivertsen (9), Samson Samson (7), Eivin Sørensen (9), Jóhannus Poulsen (13), Eli Heinesen (12) og Helgi Samson (13).