Næstan hundrað dekk skorin upp

Fyri 20 árum síðan:

Hósdagin 2. februar 1989 skrivar tíðindablaðið Sosialurin um eitt rættarmál móti einum 20 ára gomlum manni, sum saman við tveimum øðrum 16 og 17 ára gomlum dreingjum vóru skuldsettir fyri herverk á hálvthundrað bilar, umframt herverk móti handlinum Spíruni í Sverrisgøtu í Havn.


Í hesum sambandi bað løgreglan bileigararnar, sum høvdu boðað frá herverki á teirra bilar, um at siga frá hvussu nógv hetta kom at kosta. Tað vísti seg at 94 dekk vóru skorin upp umframt rútar, spegl og antennur. Endurgjaldskravið var fyribils mett til væl oman fyri 100.000 krónur.


Eisini skrivar blaðið um at mikunáttina vóru tvey innbrot í Havn. Annað var hjá Berg Motors á Hálsi, har pengar vóru tiknir, og hitt var í kioskini Aldubáruni í J.C. Svabosgøtu, har eingir pengar vóru tiknir, tí pengakassin var tómur.