Næstan helvtin á vali

Næstan helvtin av teimum 17 milliónunum, sum høvdu valrætt, vóru á forsetavali í Afghanistan í gjár. Tað sigur tann almenna valnevndin. Nevndin sigur seg vera nøgda við valluttøkuna, hóast hon var væl minni enn á valinum í 2004. Tá vóru 70 prosent á vali.

Í 2004 fekk Hamid Karzai 55 prosent av atkvøðunum longu í fyrsta umfari, og tí var ikki neyðugt at hava eitt umfar afturat.

Ein talsmaður hjá Karzai sigur, at tað verður heldur einki annað umfar hesaferð, men talsmaðurin hjá Abdullah Abdullah, sum er tann harðasti kappingarneytin hjá Karzai, væntar eitt umfar afturat.