Tíggju dystir og eingin sigur. Tað er avgjørt einki at reypa av, men tað er beiski veruleikin, tey í FC Suðuroy stríðast við í ársins landskapping. Steypakappingardysturin, sum FC Suðuroy vann 2-1 á Víkingi, var tíverri ikki nóg mikið til at bera liðið víðari í steypakappingini – og tíansheldur megnaðu liðið at byggja víðari á góðu taktirnar í landskappingini. Men nú vitjar Víkingur aftur, og um sama uppskrift verður nýtt eins og seinast, so er ársins fyrsti sigur ikki ómøguligur, hóast uppgávan tykist so at siga ógjørlig.
Poul N. Poulsen er leikbannaður hjá FC Suðuroy, men annars stendur væl til manningarliga.
Øðrvísi er í Víkingi. Teir hava einki leikbann, men fleiri skaðar merkja hópin. Lasse Qvist hevur ikki vant við fullari ferð í vikuni og tað sama er galdandi fyri Bárð Hansen, men tað verður roknað við báðum sunnudagin. Hinvegin er verri við Hanus Jacobsen, sum ikki hevur spælt landskappingarfótbólt í meiri enn ein mánað.
Hóast hetta er setningurin hjá Víkingi greiður. Ein sigur er eitt krav.
FC Suðuroy - Víkingur
Alex Troleis
Sunnudagin 14.45