Næstan galin endi

StÍF var ávegis at geva Kyndli rættiligan bank, men onkursvegna var Kyndil tó um reppi at berja seg til stig

Hondbóltur

Frægasta úrslitið, sum kyndils-kvinnurnar høvdu fingið undan vikuskiftinum var í heimadystinum móti StÍF. TÍ vóru vánirnar fyri einum góðum úrsliti sunnudagi kanska ikki heilt ongar, men skjótt stóð tó greitt, at her skuldi Kyndil ikki rokna við nøkrum sum helst.
StÍF leyp nevnliga bragdliga avstað frá fyrsta bríksli, og so hvørt sum hálvleikurin gekk, tóktist eitt veruligt sorl gerast alt meira ítøkiligt. Fyrstu løtuna av seinna hálvleii var heldur ikki nógv, sum bendi á nakra broyting í so máta, men brádliga fór Kyndil at gera um seg.
So líðandi minkðau tær um munin, og móti endanum gekk heilt skjótt. Støðan broyttist tá frá 26-16 til endaligu 27-24, og sum málini skolaðu inn, so mundu tær á heimaliðnum prísa sær lukkuliga fyri, at dysturin ikki vardi longur enn teir 60 minuttirnar.
Hvussu er og ikki, so stendur framvegis eftir, at Kyndil enn einki stig hevur fingið á talvuni. Besti møguleikin fyri slíkum er helst komandi mikudag, tá Søljan kemur á vitjan, og tí fyri sjálvsálitið undan tí uppgerðini mundu seinastu tíggju minuttirnir sunnudagin tí vera góðir.
StÍF hevur í sínum lag framvegis gott tak á oddinum. Hóast spádómarnir hava sagt tað øvuta, so hava tær enn megna at hildið fast, og nú tykist spurningurin verða, hvørt tær megna at skúgva Neistan til viks, tá hesar vitja um eina viku.

Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 27-24 (19-9)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 8(1), Beinta Joensen 8, Sunfríð B. Jacobsen 4(2), Poula D. Olsen 2, Paula B. Høgnesen 1
Kyndil: Ann Mari Wang 8, Annika Thomsen 4, Linda Weihe 3, Anja Heinadóttir 3(1), Hildur Mikkelsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Ingrid Petersen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil1
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.