FSF ÁRSAÐALFUNDUR
Fótbóltur er ein mannfólkaheimur. Soleiðis verður mangan tikið til. Og hóast kvinnurnar hava verið partur av føroyska fótbóltinum í út ímóti tjúgu árum, so er tað framvegis soleiðis, at tað eru menninir, sum manna plássini, tá ið avgerðirnar skulu takast.
FSF aðalfundurin í Útvarpshøllini leygardagin var eitt gott dømi um, at tað framvegis eru menninir og næstan bara menninir, sum eiga avgerandi orðið. Men fundurin var eisini eitt dømi um, at kvinnurnar so spakuliga eru við at vinna inn í fótbóltsheimin.
Sambært fundarfrágreiðingini, sum longu sunnudagin var tøk á heimasíðuni hjá FSF, vóru tvey limafeløg ikki umboðað á fundinum. Tey vóru Streymur og NÍF, sum er Nólsoyar Ítróttarfelag.
Hini tjúgu feløgini vóru umboðað, og av teimum vóru tað fýra, sum høvdu konufólk í umboðanini. Hildigarð Eliasen var annað av umboðunum hjá ÍF, Rebekka Lisberg var annað av umboðunum hjá Sumba, og í umboðanini hjá Skála vóru kvinnurnar í meiriluta. Tvey av trimum umboðum vóru konufólk ? Olina Berg og Heidi Niclasen.
Feløgini vóru annars umboðað soleiðis:
AB: Tórálvur Stenberg og Sigmar Jacobsen. B36: Kristian á Neystavbø, Jón Johansen og Kjartan Mohr. B68: Niclas Davidsen og Eyðfinn Olsen. B71: Eli Hentze og Hans Falkvard Hansen. EB: Olaf Fríðheim og Magnus Magnussen. Fram: Ørvur H. Á Lag. GÍ: Jógvan Gregersen og Brandur Jacobsen. HB: Birgir Enghamar, Niels J. Arge og Steinfinn Mittelsten. ÍF: Hildigarð Eliasen og Símun Fornagarð. KÍ: Gestur Hovgaard, Markur Tummas Jacobsen og Hans Jákup Heinesen. LÍF: Jógvan Júst Olsen, Kári Nolsøe Olsen og Tórolvur Joensen. MB: Frits Witt og Wensil Nattestad. NSÍ: Jákup Mortensen og Jonhard Hansen. Royn: Jonhard Thomsen, Martin í Nesi og Áki Bertholdsen. SÍ: Heini Davidsen. SÍF: Atli Gregersen og Alfred Joensen. Skála: Olina Berg, Hans Jákup Høj og Heidi Niclasen. Sumba: Rúni Lisberg og Rebekka Lisberg. TB: Sofus Laðanberg og Petur Joensen. VB: Hans Petur Kjærbo.