Næstan bara línufiskur

Næstan allur fiskurin, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, kom frá tveimum línuskipum. Annað hevði verið undir Íslandi og hitt á Íslandsrygginum.

Góð 15 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 18,78 krónur í meðal, toskur II fyri 18,28 krónur, og meðalprísurin á toski III var 17,42 krónur.

Góð seks tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 12,09 krónur og hýsa III fekk meðalprísin 13,86 krónur.

Góð fimm tons av blálongu fingu kiloprísin 8,62 krónur, og tað mesta av longuni, eini fýra tons, fór fyri 12 krónur kilo.

Næstan trý tons av skøtu vóru á uppboðnum í dag, og hon fór fyri 6,28 krónur í meðal.

Tey 42 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu keypt fyri 700.000 krónur.