Næstan annaðhvørt fólk í Havn hevur alment starv

? Næstan annaðhvørt fólk í Havn, sum er í vinnu, hevur alment starv vísir ein uppgerð, sum økismenningarbólkurin hevur gjørt

 

Økismenning

Áki Bertholdsen



? Tað er ikki so løgið, at tey flestu almennu størvini eru í Havn. Men at yvirumboðanin skuldi vera so stór, sum hon er, mundi tó fá geva sær far um.

Tað sigur økismenningarnevndin í álitinum, sum hon almannakunngjørdi mánakvøldið.

Sum tað sæst av greinini á síðu 18, skjýtur økismenningarnevndin upp at liða almennu umsitingina sundur og spjaða hana út um alt landið.

Í tí sambandinum hevur bólkurin eisini hugt at, hvussu nógv fólk hava alment starv ymsastaðni í Føroyum.

Økismenningarbólkurin sigur, at tað er ikki stórvegis munur á miðal lønarútgjaldingunum til fólk í almennum tænastum úr einum øki í annað. Ein vanligur lærari, ið hevur verið lærari í 10 ár í Suðuroy, fær somu løn sum ein vanligur lærari í Suður Eysturoy.

? Tó er miðal lønarútgjaldingin í Tórshavn væl yvir miðal í ávísum bólkum av teimum almennu tænastunum. Hetta kemst m.a. av, at tey flestu høgtløntu størvini eru í høvuðsstaðarøkinum. Hartil eru flestu høgu leiðarastørvini í Tórshavn

Helvtin í Havn

Í mynd 6 er gjørt upp, hvussu stórur partur av teimum, ið vóru í vinnu í 1995 og i 1999,

høvdu høvuðsinntøku sína í tí bólkinum, sum nevnist ?almennar tænastur o.a.?.

Flestu almennu arbeiðsplássini eru í Tórshavn, har út við helvtin hevur sína høvuðsvinnu innan almennar tænastur o.a.

Men parturin av teimum, ið hava alment starv sum høvuðsvinnu í restini av landinum, er á leið hin sami úr einum øki í annað, tó at Eysturoy sum heild er nakað undir miðal.

Stovnar, sum t.d. sjúkrahús, miðnámsskúlar, flogvøllur, hava stóra ávirkan á, hvussu stórur partur av fólkinum hevur almennar tænastur o.a. sum høvuðsvinnu.

Prosentparturin er eisini í ein ávísan mun ávirkaður av, hvussu nógv fólk eru í vinnu sum heild, t.e. hvussu stórt arbeiðsloysið er.

Eru lutfalsliga fá fólk í vinnu í t.d. Suðuroy, viga almennir stovnar sum Suðuroyar Sjúkrahús, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim og Miðnámsskúlin í Suðuroy nógv, tá ið gjørt verður upp, hvussu stórur partur av teimum, ið eru í vinnu í Suðuroy, hava ?almennar tænastur o.a.? sum høvuðsvinnu.

Ein annar máti at gera upp, hvussu býtið av almennum størvum er, er at gera upp, hvussu nógv almenn størv eru eru í einum øki afturímóti fólkatalinum í økinum.

Hetta sæst í mynd 7. Í henni verður staðfest, at ein heilt stórur partur av størvunum innan ?almennar tænastur o.a.? eru í Tórshavn, t.e. at har er ein størri prosentpartur av størvunum innan ?almennar tænastur o.a.?, enn parturin av fólkinum í Føroyum, sum býr í økinum.

? Í sjálvum sær er hetta ikki so løgið, við tað at flestu almennir stovnar hava høvuðssæti í høvuðsstaðnum. Tó mundu fá geva sær far um, at yvirumboðanin er so stór, sum hon er, sigur økismenningarbólkurin.