Næstan alt komið upp á pláss

SAS hevur í morgun fingið nýggjan sáttmála við fakfeløgini hjá nógv teimum flestu starvsfólkunum, og nú verður bíðað eftir, at tey donsku starvsfólkini í flogførunum skulu skriva undir.

Sambært tí, sum hini hava skrivað undir í nátt, verður starvsfólkatalið hjá SAS skert úr 15.000 í 9.000 við frásølu og uppsagnum. 800 størv í umsitingini verða niðurløgd, samstundis sum øll umsitingin verður savnað í Stockholm.

Øll starvsfólkini fara niður í løn. Tey, sum eru umborð á flogførunum, missa 15 prosent, og leiðararnir missa 17 prosent. Samstundis skulu starvsfólkini í flogførunum arbeiða í mesta lagi 47,5 tímar um vikuna. Í løtuni er markið 42 tímar.

At enda hækkar pensjónsaldurin úr 60 í 65 ár.