SUPERLIGAN
Næstan alt er, sum tað plagar at vera í donsku landskappingini. Undantakið hesa ferð var, at bæði uppflytaraliðini fingu stig. Eftir landsliðsferðina í Føroyum var Johan B. Hansen komin á liðið hjá Horsens. Frammanundan hevði hann bara verið við í tjúgu minuttir í hesum kappingarárinum.
Johan B. Hansen var á høgra vongverja, og hann og hinir í Horsens verjuni megnaðu at halda tætt, tá ið teir vitjaðu í Esbjerg. Úrslitið var málleysur javnleikur.
Hitt uppflytaraliðið, SønderjyskE, fekk fulla úrtøku, tá ið teir vóru í Odense. Favorittarnir úr OB noyddust at leggja rygg til eyðmýkjandi 3-2 tap, eftir at teir mesta partin av tíðini høvdu havt bóltin og eisini høvdu havt størstu málmøguleikarnar. Teir vóru frammanfyri 2-0, áðrenn gestirnir úr Suðurjyllandi svaraðu aftur. Undan steðginum skoraðu teir eitt mál, og eftir steðgin skoraðu teir tvær ferðir. Stóri maðurin hjá SønderjyskE var Peter Sand, sum skoraði tvær ferðir. Hann er tvíburður við meiri kenda beiggjan, Ebbe, sum í nógv ár hevur verið í Schalke 04 og á danska landsliðnum.
Súni Olsen var á AaB liðnum síðsta korterið, tá ið teir í Aalborg høvdu vitjan av Silkeborg, sum megnaði 1-1. Súni Olsen fekk fínan møguleika at økja um heimaleiðsluna til 2-0, men hann rakti ikki rættuliga bóltin, og lítla løtu seinni, tá ið tað restaðu fimm minuttir, javnaði Silkeborg til 1-1.
Mest undirhaldandi og við føroyskum eygum áhugaverdi dysturin var í Herning, har heimaliðið FCM, sum hósdagin skal spæla á Tórsvølli móti B36, og AGF spældu 3-3.
Frank Kristensen, sum skoraði bæði málini móti B36 næstsíðsta hóskvøld, javnaði til 3-3, tá ið tað restaðu nítjan minuttir. Hini FCM málini skoraðu David Nielsen og Simon Poulsen, sum FCM fyri stuttum hevur keypt frá SønerjyskE.
At tað ber til at fáa mál móti FCM vísti AGF væl og virðiliga. Fyrsta málið var langskot, sk fingu teir mál við stúrara eftir innlegg úr høgru, og síðsta málið var brotsspark.
FCK vann toppdystin í Parkini 2-1 á Viborg, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 0-0. Lars Jacosben legði FCK framum við brotssparki. Fimm minuttir undan dystarenda javnaði Viborg við brotssparki, men teir vóru so mikið fegnir, at teir gloymdu at fáa armarnar niður aftur um høvd, og so skoraði Peter Tjeh sigursmálið.
Leygardagin vann Brøndby 2-1 á heimavølli móti FCN. Sigursmálið fingu teir seks minuttir undan leikloki, eftir at FCN eitt skifti í 1. hálvleiki hevði verið á odda. Í Danmark er spenningurin stórur, nú Brøndby fer at royna seg í seinna undandystinum í europeisku meistarakappingini móti Ajax í Amsterdam.
Brøndby og FCK eru oddalið í superliguni við sekstan stigum í part. Harvið er alt í toppinum, sum tað plagar at vera. Í botninum er alt næstan, sum tað plagar at vera. Horsens er næstaftast við trimum stigum, meðan AGF er aftast við tveimum stigum.