Næstan allir heimsins leiðarar venda flóttafólkum bakið

Hetta má steðga, og heimsins ríkastu lond mugu taka ábyrgd, heldur Amnesty International Føroyar

- Fleiri enn 21 mió. fólk eru tvungin at flýggja frá heimi sínum. Flóttafólkakreppan er í dag partur av størstu vanlukkuni og avbjóðingini í okkara tíð, sigur aðalskrivarin hjá Amnesty International, Salil Shetty í tíðindaskrivi í dag - altjóða flóttafólkadagin 2017.

 


Í skrivi sum varð Amnesty International Føroyar sendi út í dag varð sagt, at tølini eru ræðandi og støðan bara versnar.

 

 

- Tað eru serliga kvinnur og børn, ið dagliga líða undir óvirðiligum umstøðum. Vandi er fyri, at støðan brádliga gerst nógv verri, og grannalondini, ið hýsa nógv tann størsta partin av heimsins flóttafólki, eru langt síðan farin at hokna undan. Tey hava hvørki umstøður ella tilfeingi til at megna at lofta øllum hesum stakkals menniskjunum, sum flýggja undan ræðuleikum, sum vit slett ikki kunnu ímynda okkum, skrivar Amnesty International Føroyar. 

 

 

- Næstan allir heimsins leiðarir venda flóttafólkunum baki. Í Mexico og USA vera menniskju, ið flýggja undan ekstremum harðskapi, handtikin. Í Kenya noyða tey flóttafólk úr Somalia aftur til sera vandamikil hernaðarøki. Nógv evropeisk lond nokta flóttafólki atgongd og geva teimum ongan annan møguleika, enn at seta lívið í vága, tá tey síðani ferðast á ótryggum farleiðum. Í Australia avbyrgja tey flóttafólk, ið flyggja undan píning og jagstran. Støðan í Suður-Sudan er ótespilig, og grannalondini megna ikki at hjálpa, ikki vegna væntandi vilja, men umstøðum og orku. Hetta má steðga, nú! Heimsins ríkastu lond mugu taka ábyrgd, skrivar Amnesty International Føroyar.

 

 

Les alt skrivið í fullari longd her