Sølan av nýggjum bilum vaks í fjør til 89,76 milliónir bilar, har londini Kina, USA og Japan eru størst í einum globalum bilmarknaði.
Sølan av bilum í heiminum er í stórum vøkstri og fer helst í ár at runda 90 milliónir persónbilar og smærri vørubilar. Í fjør var vøksturin upp á 2,5 prosent.
Í Kina vaks sølan av nýggjum bilum frá 23,7 til 25,0 milliónir bilar. Eisini í USA vaks sølan við eini millión til 17,4 milliónir bilar. Kina, USA og Japan standa fyri umleið helvtini av søluni av nýggjum bilum í øllum heiminum.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/