Fyrsta royndin at kanna føroyskar kvinnur fyri krabbameini í bróstinum, hepnaðist heilt væl.
Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Nakað síðani varð gjørt av, at allar kvinnur í Føroyum ímillum 50 og 69 ár, skulu fáa tilboð um at kanna bróstini regluliga fyri krabbamein.
Tilsamans eru 5700 kvinnur í hesum aldursbólkinum í farna mánað mánað varð fyrsti bólkurin av kvinnum boðsendar til kanningar.
Tilsamans vórðu 829 kvinnur boðsendar í hesum umfari. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvið við Sjællands Universitetshospital, haðani starvsfólk koma til Føroyar at standa fyri kanningunum.
Og Johnny í Grótinum sigur, at av teimum 829 kvinnunum, sum vórðu boðsendar til kanningar, vóru tað tilsamans 674, sum tóku av. Tað eru 81 prosent.
Annars verður sagt, at skal nøkur nytta av álvara fáast burtur úr regluligum kanningum sum hesum, skulu minst 70 prosent av teimum, sum verða boðsend til kanningar, taka av, annars fæst ov lítið burtur úr.
Men av teimum, sum 928 kvinnunum, sum vórðu boðsendar, vóru tað 48 kvinnur, sum boðaðu frá, at tær tóku ikki av tilboðnum av ymsum orsøkum. Hjá onkrum av teimum var orsøkin tann, at tær vóru fluttar uttanlands.
Og so vóru tað eisini 88 kvinnur, sum ikki møttu upp, uttan at geva avboð, men tær fáa so tilboðið aftur næstu ferð, sum helst verður seint í august ella fyrst í september
– Vit høvdu vónað, at minst 80 prosent av kvinnunum fóru at taka av tilboðnum og tað málið er rokkið, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.
Hann leggur afturat at tey, sum hava staðið fyri kanningunum, hava eisini latið væl at, tí tað gekk væl, hóast móttøkuhølini á røntgendeildini hava verið undir umvæling og at umstøðurnar tessvegna ikki vóru heilt sum tær eiga at vera.
Johnny í Grótinum sigur, at av kvinnunum, sum vórðu kannaðar, eru 22 til nágreiniligari kanningar tí at kanningin, sum er gjørd, er ikki nøktandi.
Hinvegin skulu fimm kvinnur kannast nágreiniligari av serlækna í krabbasjúkum og skurðlækna.
Stjórin sigur, at hetta talið samsvarar við tað, tey høvdu mett frammanundan.
Allar kvinnurnar í aldursbólkinum 50-69 ár, og sum eru umfataðar av tilboðnum um regluliga kanning fyri bróstkrabba, verða boðsendar í fýra umførum, soleiðis at tey eru komin runt um tvey ár - og so verður byrjað av nýggjum.