Um midnáttarleitið í kvøld gjørdist greitt, at Noreg hevur havt 593 nýggjar tilburðir við covid-19 seinasta samdøgnið. Tað merkir, at samlaða talið av smittaðum í Noregi nú er komið upp á 25.322.
Talið av covid-19 tilburðum seinasta samdøgnið er 103 fleiri enn samdøgnið frammanundan. Í Noregi eru nú stívliga 1,8 miljónir fólk kannað fyri korona-smittu.
Mánadagin var talið av innløgdum sjúklingum í samband við korona 97, og hetta eru níggju fleiri enn farna vikuskiftið. Hetta er samstundis størsta tal av innløgdum síðan apríl. 15 sjúklingar liggja í respiratori á norskum sjúkrahúsum.
Tilsamans 285 fólk eru deyð. Umleið 53 prosent av teimum deyðu eru menn, og tað eru serliga fólk í 80-árunum, sum liggja eftirá. Hvussu mong av teimum deyðu eru deyð sum beinleiðis avleiðing av covid-19 er trupult at siga.