Nú eru tað næstan 500 føroyingar, sum fáa bíligari streym enn onnur. Tað fáa tey tí at tey hava fingið slr hitapumpu ístaðin fyri at brúka olju, ella tí at tey hava fingið sær elbil – ella bæði.
Íapríl í fjør samtykti Løgtingið, at Sev skuldi fáa heimild til at selja teimum bíligari streym til elbilar og hitapumpur. Í hesum sambandi er tann streymurin, sum hitapumpur og elbilar brúka, 50 oyru bíligari fyri kvørt kilowatt, enn streymurin annars er.
Ein treyt fyri at fáa bíligari streym er at ein serligur málari, ein grønur málari, verður settur upp sum telur streymin, sum hitapumpan og elbilurin brúkar og tann streymurin er 50 oyru bíligari enn streymurin er annars.
Og Sev sigur, at higartil hava 488 húski fingið sær grønan málara.
Eyðvitað eru teir flestu grønu málararnir í Suðurstreymoy, har 256 grønir málarar eru settir upp. Í Eysturoy eru 73 málarar í Eysturoynni, 54 eru í Norðstreymoy, 45 eru í Vágum, 32 eru í Norðoyggjum, 20 eru í Suðuroy og átta grønir málarar eru í Sandoynni.
Nógv tey flestu hava grønan málara, tí tey hava fingið sær, men tað eru eisini 144 húski, sum hava løðistøð til elbil.