Nærum hálvthundrað danskir tónleikarar eru við á stuðulssanginum til Haiti, sum verður at hoyra í donskum útvarpi frá mánadegnum at rokna. »Skrøbeligt fundament« eitur sangurin og tað er tónleikarin Sys Bjerre og framleiðarin Søren Mikkelsen, sum standa á odda fyri verkætlanini, har innspælingarnar byrjaðu longu í morgun.
At tað ber til at kalla nógv fólk saman, tá á stendur, er sangurin eitt gott dømi um. Mánadagin byrjaðu tey at ringja eftir tónleikarum, og komandi mánadag verður sangurin at hoyra í útvarpinum ? tað vil siga eina viku eftir at alt byrjaði.
Millum teir næstan 50 tónleikararnar eru Peter Belli, Medina, Infernal, Ida Corr, Sys Bjerre, Rasmus Nøhr, Rasmus Seebach, Isam B, Julie Berthelsen, Karen, Thomas Buttenschøn og Søren Mikkelsen.
Allar inntøkurnar frá sanginum fara óskerdar til hjálparfelagsskapirnar Læger Uden Grænser, Folkekirkens Nødhjælp, Unicef og Red Barnet.