Í farnu viku avlýsti amerikanska songkvinnan Janet Jackson sína konsertferð í USA, Europa og aðrastaðni. Tá var sagt, at hetta varð gjørt av heilsuligum orsøkum.
Nú vísir tað seg, at Janet Jackson er við barn. Einki løgið er í, at ein kvinna verður við barn, men í hesum føri er tað eitt sindur serligt, at Janet Jackson er 49 ára gomul og eigur einki barn frammanundan.
Janet Jackson, sum fyrsta dagin fyllir 50 ár, er gift við tí 10 ár yngra Wissam Al Mana.