Næstan 5.000 arbeiðsfólk fáa nú lívstrygging

? Tað verður eitt stórt, sosialt framstig hjá føroyska arbeiðaranum, nú allir milmirnir í Føroya Arbeiðarafelag fáa lívstrygging, heldur Ingeborg Vinther

? Nú fáa allir limirnir í Føroya Arbeiðarafelag lívstrygging.

Føroya Arbeiðarafelag hevur í langa tíð arbeitt fyri at fáa lívstryggingina í lag.

Men nú er tað komið so mikið langt, at útlit eru til, at næstan 5.000 limir í Føroya Arbeiðarafelag fáa nú lívstrygging.

Umframt limirnar í sjálvum Føroya Arbeiðarafelag, fevnir lívstryggingin eisini um limirnar í Heimahjálparafelagnum og S & K, sum bæði eru undirfeløg í Føroya Arbeiðarafelag.

Tó skal leggjast afturat, at 31. desember í ár fara heimahjálpirnar úr Føroya Arbeiðarafelag, so eftir tað eru tær ikki umfataðar av lívstryggingini.

Miðað verður ímóti, at tryggingin kemur í gildið longu tann 1. mars í ár, tvs. um ein góðan mánaða.

Í hesum døgum ferðast stjórnarlimir í Føroya Arbeiðarafelag landið runt at greiða frá nýggju lívstryggingini.

Fundarskráin stendur í hinari greinini her á síðuni.

Fáa 100.000 krónur skattafrítt

Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin var at fáa tryggingina at virka frá 1. januar, men tað var heilt vónleyst, tí tað er so fløkt og umfatandi.

Nú hava tey ístaðin sett sær fyri at fáa hana at virka frá 1. mars.

? Møguliga miseydnast tað eisini, men nú er ikki ætlanin at helma í, fyrrenn vit hava fingið hana í rættlag, sigur Ingeborg Vinther.

Talan er um eina trygging, sum er avtalað við Føroya Lívstrygging.

Eftir tryggingini fáa tey, sum sita eftir ein lim í Føroya Arbeiðarafelag, sum doyr, 100.000 krónur útgoldnar.

Men tað er skattafrítt og øll fáa líka, sama hvussu gamal tann er, sum doyr.

Tryggingargjaldið verður nakrar hundrað krónur um mánaðin fyri hvønn limin.

Men tað betalir Føroya Arbeiðarafelag av 1% gjaldinum, sum arbeiðsgevarar betala afturat lønini til lívstrygging og onnur, sosial endamál.

Avtala er við Toll-& Skattstovuna um, at trygg-ingargjaldið, sum verður nakrar hundrað krónur um árið, verður lagt afturat inntøkuni hjá hvørjum limi í Føroya Arbeiðarafelag, so tað verður skattað beinanvegin.

Afturfyri er tryggingarútgjaldið uppá 100.000 so skattafrítt um tað ringasta skuldi hent og tryggingin fellur til gjaldingar.

Ingeborg Vinther sigur, at treytin fyri at vera uppi í tryggingini er, at ein er virkin limur í einum felag, sum er limur í Føroya Arbeiðarafelag og at viðkomandi er millum 18 og 67 ár.

Ingeborg Vinther viðgongur, at 100.000 krónur er ikki tann heilt stóra lívstryggingin.

? Men hetta er so ein byrjan.

? Vit hava bíðað so leingi eftir hesum nú, at fyri okkum var tað umráðandi at fáa hana á føtur.

? Men endamálið er sjálvandi at royna at fáa hana betri og betri sum frálíður.

? Hinvegin kunnu vit so siga, at hóast lívstryggingin ikki er so høg, sum ynskiligt var, so er hetta ein trygging, sum arbeiðsgevararnir betala, alla sum hon er.

Hvussu tryggingin kann verða betri, verður so tikið upp í Føroya Arbeiðarafelag, sum frálíður.

? Men ymsir møguleikar eru. Antin kunnu vit við sáttmála fáa arbeiðsgevaran at betala meir.

? Ella limirnir í FA kunnu betala meiri sjálvir.

Ingeborg Vinter sigur, at støða er ikki tikin til nakað av hesum enn.

? Men tað er betur at byrja hóvliga og so at kunna bøta um skipanina sum frálíður, heldur enn at leggja bragdliga fyri og so kanska noyðast at skerja, tá ið ein tíð er farin, sigur Ingeborg Vinter.

Grunnurin ikki tikin av

Umframt lívstryggingina, hevur Føroya arbeiðarafelag leingi havt ein sjúkragrunn, sum tímaløntir limir kunnu søkja styrk úr, tá ið teir noyðast úr arbeiði fyri sjúku. Grunnurin tekur ikki við fyrrenn fólk eru farin úr sjúkradagpeningaskipanini.Men harafturat hevur Føroya Arbeiðarafelag ein Verkamannagrunn, sum veitir teimum styrk, sum sita eftir ein lim, sum doyr. Styrkurin verður latin eftir umsókn.

Men tað gjaldið hevur tíverri verið skattskyldugt, so tey, sum hava havt brúk fyri grunninum, hava ikki fingið fulla nyttu úr honum.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at ætlanin er at varðveita verkamannagrunnin, hóast limirnir nú fáa lívstryggingina.

? Tað eru heilt fitt av limum í Føroya Arbeiðarafelag, sum ikki sleppa upp í part í lívstryggingini.

? Tað kann vera tí, at teir eru hvílandi limir, ella arbeiðsleysir, ella av aðrari orsøk.

? Men við at røkja sínar skyldur mótvegis fakfelagnum, sum teir eru limir í, og við at betala 10 krónur um vikuna í limagjaldi, kunnu teir varðveita fleiri av sínum fakfelagsligum rættindum, m.a. rættin til útgjald úr Verkamannagrunninum.

Ongin eftirløn enn

Tey einastu sosialu gjøld en føroyskur arbeiðsgevari betalir, umframt 1% til lívstrygging og onnur sosial endamál, eru 2% í ein eftirlønargrunn.

? Gjaldið í eftirlønargrunnin kom í sáttmálan í 1997, og var 1% í fjør, men kom uppá 2% 1. januar í ár.

? Ingeborg Vinther sigur, at við so lítlum inngjaldi fara tað at ganga nógv ár, áðrenn limirnir í Føroya Arbeiðarafelag fara at fáa nakra líkinda eftirløn.

? Tí mugu vit eisini taka støðu til, hvat vit vilja við eftirlønini - um vit skulu skulu gera tað til ein sáttmálaspurning og royna at fáa arbeiðsgevarar at betala meiri inn í grunnin, limirnir í Føroya Arbeiðarafelag eru sinnaðir at betala meiri sjálvir, ella um nøkur onnur loysn finst - ella um vit skulu bíða í tolni til hesi 2%, sum nú fara í grunnin, er blivið nóg mikið, til at stovnsfæið er blivið nóg stórt til at grunnurin kann byrja at betala pensjón.

Annars sigur Ingeborg Vinther, at FA hevur eitt øgiligt stríð av at fáa arbeiðsgevarar at betala hesi prosentgjøldini omaná lønina. Sjálvandi eru tað nógvir, sum betala. Men tað eru eisini nógvir, sum ikki gera tað.

? Og tað er eisini hent, at teir hava misskilt alt og drigið tað av lønini, áðrenn teir hava betalt tað, ístaðin fyri at leggja tað omaná lønina. Hon sigur, at tað eru ikki so fáir rykkjarar, sum FA noyðist at skriva millum ár og dag skrivaður fyri at fáa teir at betala tað, teir eiga, og viðhvørt er eisini neyðugt at fara í rættin fyri at fáa peningin.