Næstan 40 milliónir motorsúkklur

Tað er ikki bara her hjá okkum, at talið av motorsúkklum veksur.

 Í 2003 vóru líka yvir 30 milliónir motorsúkklur í øllum heiminum, og tvey ár seinni var talið yvir 38 milliónir.
 
Hetta var niðurstøðan eftir ein fund í Tokio, har japanskir motorsúkkluframleiðarar hildu ein felags fund undir leiðslu av motorsúkkludeildini av JAMA (Japan Automobile Manufactures Association).
 
Vøksturin er størstur í asiatiskum londum sum t.d. Kina, Indien og Indonesien. Samlaði vøksturin í Asia í 2005 var 60 prosent í mun til 2004.