Tað gongur væl í føroyska samfelagnum. Hetta sæst eitt nú aftur í, at fólkatalið støðugt økist, og at arbeiðsloysið er mest sum einki.
Hetta ber við sær inntøkuvøkstur, og tað ber aftur við sær, at skattainntøkurnar hjá landi og kommunum í 2019 vóru væl hægri, enn tær vóru í 2018.
Samlaðu skattainntøkurnar øktust við 348,7 milliónum krónum. Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá TAKS.
Kommunuskatturin vaks við 149,5 milliónum.
Landsskatturin vaks við 143 milliónum.
Kirkjuskatturin vaks við 10,2 milliónum.
Eftirlønarskatturin vaks við 46 milliónum.
Lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum var 8,01 prosent.
Lutfalsligi vøksturin í landsskattinum var 9,24 prosent.
Lutfalsligi vøksturin í kirkjuskattinum var 19,44 prosent.
Lutfalsligi vøksturin í eftirlønarskattinum var 12,82 prosent.










