Higartil hava 293 fátækar familjur í Føroyum søkt um at fáa fíggjarligt ískoyti at liva fyri.
Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu nógvar familjur hava søkt um ískoyti, og hvussu nógvar hava fingið ískoyti.
Men hóast næstan 300 umsóknir eru komnar, hevur ongin kortini fingið inn í eygað enn.
- Av tí at Almannaverkið ikki er liðugt við at fyrireika praktisku viðurskiftini í sambandi við at seta familjuískoytið í verk, er sjálv viðgerðin av umsóknunum ikki byrjað, sigur Eyðgunn Samuelsen.
- Og sostatt hevur heldur ongin fingið familjuískoyti enn.
Landsstýriskvinnan sigur, at serliga er tað tíðarkrevjandi at laga telduskipanina til. Men arbeiðið gongur sum ætlað, so ein av fyrstu døgunum verður lýst eftir starvsfólkum til at avgreiða umsóknirnar um familjuískoyti.
Tey, ið fáa familjuískoyti, skulu vátta eina ferð um árið, at tey framvegis lúka treytirnar fyri at fáa tað.
Men átti móttakarin at vita, at hann ikki hevði rætt til familjuskoyti, hevur almannaverkið heimild til at krevja gjaldið aftur. Tað vil siga, at talan er um móttakarar, sum hava roynt at svika.
- Somuleiðis kann talan verða um borgarar, sum lata Almannaverkinum skeivar ella villeiðandi upplýsingar við vilja.