Fyri 11. ferð verður skipað fyri gallaveitslu hjá hondbóltinum. Fimta árið á rað er tað hondbóltsdómarafelagið, sum stílar fyri veitsluni, sum aftur í ár verður hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Frá dómarafelagnum verður sagt, at talið av veitslugestum er út ímóti teimum 300, so í løtuni hava dómararnir úr at gera við at rigga høllina til, soleiðis at alt gongur rætt fyri seg á veitsluni.
Hæddarpunktið á veitsluni er sjálvandi, tá bestu hondbóltsfólkini verða kosin, og fer hetta fram undir borðhaldinum.
Men hartil er hetta eisini eitt høvi hjá spælarum og øðrum at hitta hvønn annan undir heldur øðrvísi umstøðum enn teimum, sum vanliga eru galdandi á hallargólvinum.
Eftir borðhaldið verður dansur, og har er tað mest sum fastur táttur, at Spaðar 5 stendur fyri tónleikinum, og tað gera teir eisini í ár.










