Næstan 3.000 mia í oljugrunninum

Pengarnir í norska oljugrunninum kasta væl av sær. Í løtuni standa 2.910 milliardir krónur í grunninum, men framskrivingar vísa, at talið fer upp um 3.000 milliardir eina ferð í heyst.

-Hetta er sum ein dreymur. Oljugrunnurin gevur okkum eyka møguleikar og ger tað møguligt hjá okkum at útbyggja vælferðina skjótari, sigur Sigbjørn Johnsen, fíggjarmálaráðharri, við Aftenposten.

Oljugrunnurin varð stovnaður í 1996 við tveimum milliardum krónum sum stovnsfæi. Tey fjúrtan árini síðani er upphæddin faldað 1455 ferðir og skjótt 1500 ferðir við nýggjum oljupengum og inntøkum av íløgum hjá grunninum.

Fíggjarmálaráðið í Oslo sigur í einari meting, at um tíggju ár verður virðið á oljugrunninum tvífaldað ella umleið 6.000 milliardir krónur.