Næstan 1300 fimleikarar vísa síni kynstur

Nú fimleikaárið hjá Havnar Fimleikafelag er um at vera av, verður endað við eini rimmar finalu, har tað verða ikki færri enn seks framsýningar, har næstan 1300 fimleikarar verða við. Á hesum framsýningum fara tey at vísa fram amboðs- og rútmiskan fimleik, tey hava vant í vetur. Í ár verða framsýningarnar tó eitt sindur øðrvísi við tað, at nýggja høllin í Fimi hevur nógvar møguleikar.

Tískil hava vit gjørt av at hava amboðsfimleikin í Fimi og rútmiska fimleikin í Høllini á Hálsi í Havn, sigur fimleikafelagið.

Fyrsta framsýningin er amboðsframsýningin, sum verður í Fimi, sunnudagin 27. mars klokkan 15.

Vikuskiftið eftir er tað deildin í Vestmanna, sum sýnir fram, tað tey hava vant í vetur og tað verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 2. apríl klokkan 19.00.

Eftir eru so tær fýra framsýningarnar í Høllini á Hálsi í Havn. Tríggjar av hesum vera leygardagin 9. apríl, og tann seinasta verður mánadagin 11. apríl. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir vera býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 9. apríl klokkan 10 eru tað børnini undir skúlaaldri, ið sýna fram. Klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til og við 3. flokki, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17 og tá eru tað ung úr 4. til og við 6. flokki, ið fara at royna seg.

Mánakvøldið 11. apríl klokkan 19 verður sýningin við teimum vaksnu.