Næstan 1000 tøkir bústaðir Tórshavnar Kommunu

Tað verður ikki við tað fyrsta, at Tórshavnar býráð fer at stykka fleiri grundstykki av týdningi út. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.

Hann sigur, at ein uppgerð vísir, at í løtuni eru næstan 1000 bústaðir tøkir í Kommununi.

- Tað, sum er við í uppgerðini, eru bústaðir, sum eru til sølu og bústaðir, sum standa tómir ella eru í gerð. Talan er eisini um bústaðir, sum eru í umbúna og útstykkingar, sum eru í gerð og í umbúna. Og harumframt eru eisini grundstykki, sum ongi hús eru bygd á.

Her er bæði talan um privatar og kommunalar verkætlanir.

- So tað er ein stór rúgva av bústaðum, sum eru tøkir ella verða tøkir í næstum.

Hann heldur, at tí eigur kommunan ikki at fara undir fleiri útstykkingar fyribils.

- Vit eiga at steðga á, bæði tí, at útstykkingar binda nógvar pengar, men eisini í, at vit vilja ikki seta fót fyri teimum privatu ætlanum, sum eru.

Hann nevnir í hesum sambandi, at í løtuni hevur kommunan bundið heilar 60 milliónir krónur í útstykkingar av ymsum slagi.

Annars er bíðilistin eftir grundstykkjum munandi minkaður seinastu tíðina.

- Vit høvdu yvir 1800 umsóknir um grundstykki í Havn. Men fyri tveimum árum síðani samtykti býráði at taka 3000 krónur í depositum frá teimum, sum stóu á bíðilista eftir grundstykki, men tað varð so drigið frá, tá ið tey keyptu grundstykkini.

Tað gjørdi býráðið fyri at vita, hvussu nógvar av hesum umsóknum eru meintar í álvara.

Og tað vísti seg, at bíðilistin beinanvegin minkaði meiri enn eina helvt, sigur Bogi Andreasen.