“Ein tími um árið” hevur gjørt eina avtalu við ABC barnahjálp og eina avtalu við Kirkjuligu Heimamissiónina í sambandi við peningin sum kom inn.
Verkætlanin Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, ið byrjaði í Føroyum í juni 2009. Hugskotið aftanfyri verkætlanina er, at “Ein tími um árið” savnar inn tímalønir og letur hesar til ein viðurkendan hjálparfelagsskap. Hvørt ár velur “Ein tími um árið” ein nýggjan hjálparfelagsskap og virkar sostatt sum undirleverandør til hjálparfelagsskapir.
Í ár fór peningurin til ABC barnahjálp og Kirkjuliga Heimamissiónina. Gjøgnum Kirkjuligu Heimamissiónina stuðlar verkætlanin einari ommu og hennara 7 ommubørnum í Kambodia, við m.a. nýggjum húsum og mati og skúlagongd til børnini í upp til 2 ár. Harumframt stuðlar verkætlanin seks foreldraleysum børnum í Liberia gjøgnum ABC barnahjálpina.
Inn komu tilsamans 97.448,00 krónur. Av hesum fara kr. 40.000 fara til Kirkjuligu Heimamissiónina, sum stuðul til ommuna og hennara sjey ommubørn í Kambodia, meðan
kr. 57.448,00 fara til ABC barnahjálp, sum stuðul til 6 foreldraleys børn í Liberia.
Koma fleiri tímalønir inn á kontoina hjá “Ein tími um árið” í 2010, verða hesar fluttar til ABC barnahjálp, sum stuðul til verkætlan teirra í Liberia, sigur Ása Andreasen í Havn, sum er stigtakari til verkætlanina. Hugskotið til verkætlanina kom í 2004, tá ein tsunami rakti stóran part av Stillahavinum. Hendan stóra og óhugnaliga vanlukkan varð varpa út gjøgnum sjónvarpið og øll verðin var í sjokk. Av tí at vit fingu hesar myndirnar inn gjøgnum sjónvarpsgluggan dagliga, kundu vit ikki lata verða við at hjálpa, sigur Ása Andreasen. Heimasíðan hjá verkætlanini: www.eintimi.com










