Næstakærleiki er drívmegin

- Tað hevur ikki serliga høgan status at vera misnýtari og heldur ikki at arbeiða við teimum. Sæð frá vælbjargaðum eygum, taka vit okkum av taparnum í samfelagnum, men misnýtsla kennir ongan stættamun, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum

- Uppá ein máta kenni eg mítt arbeiðið, sum eitt kall. Eg eri í hvussu er sannførd um, at hetta er tað, eg skal gera beint nú, sigur Olga Magnussen.
Olga er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið virkin í Blákrossarbeiðinum, síðani hon var heilt ung.
- Aðalhugsjónin hjá Bláa Krossi um at vera til staðar og hjálpa, har tørvur er á tí, snýr seg grundleggjandi um næstakærleika. Tann hugsjónin hevur altíð hugtikið meg og verið drívmegin aftanfyri tað, eg havi tikist við, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og í dagligu samveruni við onnur menniskju.
- Tað eru løtur, tá arbeiðið tykist møtumikið og eg verði kedd um okkurt. Tað, sum sjálvandi ger meg mest kedda, er, tá fólk detta útí aftur, men tað fær meg ikki at geva upp. Heldur tvørturímóti. So mást tú bara royna einaferð afturat, sigur Olga.
Ikki mín avgerð
Tað er jú ikki nøkur loyna, at nógv av teimum, ið hava verið í viðgerð fyri misnýtslu, detta útí aftur, og aftur. Kortini setur Blákrossheimið onki mark fyri, hvussu ofta tey sleppa at royna umaftur. Er tað ikki vandi fyri, at skipanin verður misbrúkt og bara verður brúkt sum ein koddi at hvíla á, áðrenn næsta tørn?
- Eg eri sannførd um, at tað er ikki upp til mín at gera av, hvussu ofta fólk eru noydd at koma í viðgerð fyri at gerast frísk. Tað vita tey best sjálvi. Men eg eri vís í, at tann, sum biður um hjálp fyri 10. ferð, meinar tað líka inniliga, sum tann, ið ringir fyrstu ferð, sigur Olga.
- Allar skipanir kunnu mis-brúkast, og tað vilja nokk altíð vera fólk, sum royna tað. Men tað merkir ikki tað sama sum, at skipanin ikki riggar, og tað er ikki ein nóg grundgeving fyri at taka hana av. Eg hoyri fólk, sum finnast at hesi skipan, siga, at tað kann ikki vera meiningin, at skattgjaldarin skal gjalda fyri, at summi sleppa at halda fram at drekka. Og tað er sjálvandi heldur ikki meiningin. Men sleppur misnýtarin ikki at royna at gerast edrúur, skal skattgjaldarin gjalda nógvar ferðir meir fyri hann til sjúkrahús, sálarhjálp, almannahjálp og annað. Fyri hvønn einasta misnýtara, sum verður edrúur, fær samfelagið og skattgjaldarin tað fleiri ferðir aftur, ikki bara í pengum, men so sanniliga eisini í menniskjaligari lívsgóðsku, til gleði fyri okkum øll.
Svinghurðasjúklingar
At leiðarin á Blákrossheiminum meinar, at misnýtarar altíð skulu fáa ein kjans afturat, merkir ikki, at hurðin á heiminum er ein svinghurð, har fólk kunnu ganga inn og út úr viðgerð, sum teimum lystir.
- Prinsipielt hava øll líka góð-an rætt at koma inn, men tá vit bert hava pláss til 15 búfólk, er neyðugt at raðfesta onkursvegna. Er bíðilisti at koma inn, verða tey, ið ikki hava verið í viðgerð fyrr, tikin fram um onnur.
- Tað er ein misskiljing, at búfólkini á heiminum fyri tað mesta eru soðkallaðir svingahurðasjúklingar. Tey eru avgjørt tann minsti parturin. Í 2003 høvdu bert 4% av teimum innskrivaðu verið her 4 ferðir ella meir. Orsøkin til at fólk ofta halda, at tann bólkurin fyllir mest á viðgerðarstovnum, er ivaleyst tí tey fylla so nógv alla aðrastaðni. Læknar, sálarfrøðingar, politistar, almannastovan og onnur síggja tey, og so eru tey eisini sera sjónlig í býarmyndini. Men í okkara hagtølum fylla tey minst, sigur Olga.
Ongin stættamunur
Tann størsti parturin, 65% í 2003, er í viðgerð fyri fyrstu ferð. Og hetta eru ikki fólk, tú sært ganga full á gøtuni, tí misnýtsla kennir ongan stættamun, sigur Olga. Hetta eru fólk úr øllum samfelagsbólkum, líka frá stjórum á ovastu rók til vanlig arbeiðsfólk.
- Og lat meg so enn einaferð sláa fast, at misnýtsla onki hevur við lágan intelligens at gera. Heldur tvørturímóti. Ofta eru misnýtarar av skilabestu fólkum, sum seta sera stór krøv til sín sjálvs í allar mátar. Tí hava tey ofta sera ilt við at góðtaka, at her er ein trupulleiki, tey ikki duga at loysa. Tey kenna heldur ikki seg sjálvi aftur í vanligu fatani av, at ein misnýtari í allar mátar er eitt neyðardýr, sum hevur mist bæði familju og arbeiði, og sum býr úti á gøtuni.
Viðgerðin
Tað er ikki eitt krav, at fólk skulu vera edrú, tá tey verða innskrivað á Blákrossheimið. Heimið góðtekur, at fyri misnýtaran er hetta eitt so stórt stig, at viðkomandi kanska kennir seg noyddan at drekka sær mót til. Tí byrjar viðgerðin við avrúsing, sum tekur umleið 1-2 vikur. Hendan tíðin verður eisini nýtt til at motivera misnýtaran til víðari viðgerð.
- Vit taka tað ikki sum givið, at fólk eru nóg motiveraði ella vita, hvat ein viðgerð inniber, tá tey koma. Tí brúka vit fyrstu tíðina til at kunna tey um avleiðingar-nar av misnýtslu og hjálpa teimum at halda fast í ynskinum um at gerast edrú. Tað gera vit eisini, tí okkara royndir hava víst okkum, at nógv fólk als ikki vita um møguleikan at koma í viðgerð, ella hvat ein viðgerð krevur av teimum.
- Ein viðgerð er ikki nøkur feria. Endamálið er jú, at tú mást broyta hugsunarhátt fyri at venda einum niðurbrótandi lívsmynstri, sum ofta hevur staðið uppá í 10-20 ár, og tað er ógvuliga krevjandi sálarliga. So krevjandi, at vit mæla fólki til at halda frí í eina tíð aftaná.
Eftir sjálva viðgerðina, sum tekur 5-6 vikur, fáa fólk tilboð um eftirviðgerð hjá sálarfrøðingi í upp til eitt ár.
Kanst ikki keypa teg edrúan
Í øðrum londum kostar ein viðgerð fyri misnýtslu upp til 50.000 kr. Men á Blákrossheiminum og á Heilbrigdi er hon ókeypis, og báðir stovnarnir eru á fíggjarlógini. Røddir hava ofta verið frammi um, at hetta hevur við sær, at fólk ikki takað viðgerðina í nóg stórum álvara, og at tað ávirkar úrslitini skeivan veg. Olga hevur ofta hoyrt hetta sjónarmiðið, men hon er ikki samd við tí.
- Ongin hevur enn kunnað sannført meg um, at tú kanst keypa teg edrúan. Ígjøgnum árini hava vit havt nógv fólk í viðgerð, sum hava roynt tað aðrastaðni, har tey hava goldið stórar upphæddir fyri tað, men allíkavæl detta útí aftur. Um pengar hava øgiliga stóran týdning fyri teg, skilji eg kanska hatta sjónarmiðið. Men eg havi ikki varhuga av, at pengar hava serliga stóran týdning fyri misnýtarar. Eg havi upplivað sjómenn, sum uttan himpr hava vinkað fravæl til góðar kjansir fyri at sleppa at vera her í nakrar vikur, og tað er ikki smávegis pengaupphæddir talan er um.
- Heldur enn at finnast at haldi eg, at vit eiga at vera takksom og hava virðing fyri, at vit liva í einum landi, sum hevur valt at gera íløgu í at hjálpa menniskjum, sum hava snávað, á føtur aftur.
Hagtøl og gransking
Blákrossheimið førir hagtøl yvir tal og slag av viðgerðum um árið, kyn, aldur, øki og hvussu ofta fólk hava verið í viðgerð. Men tað finnast ongi hagtøl yvir, hvussu tað gongst teimum seinni.
- Vit kunnu fylgja teimum, ið taka av tilboðnum um eftirviðgerð, men annars er tað upp til fólk sjálvi, um tey lata hoyra frá sær. Tað eru tað nógv, ið gera, men sjálvandi ikki øll og næstan bara tey, ið hava tað gott.
Vit hava ikki møguleika fyri at føra langtíðar hagtøl, tí ein av okkara fremstu uppgávum er at verja navnloysi á teimum, ið hava verið í viðgerð. Fer nakar at ivast í tí trygdini, máar tað alt støðið undir viðgerðini burtur.
- Tað ber til at ímynda sær, at ein avtala varð gjørd við fólk um, at vit kundu sett okkum í samband við tey við jøvnum millumbilum í til dømis 5 ár eftir viðgerðina. Men vit hava onga trygd fyri, at tey vilja vera við ella kanska seinni broyta hugsan.
Men sum sagt, vit hava eina rúgvu av øðrum hagtølum, sum kundu verið grundarlag fyri eini áhugaverdari granskingarverkætlan innan hetta økið. Tað krevur, at onkur vísir hesum arbeiðinum áhuga, men tað tykist at knípa. Tað hevur ikki serliga høgan status at vera misnýtari og heldur ikki at arbeiða við teimum. Sæð frá vælbjargaðum eygum, taka vit okkum av taparnum í samfelagnum, og tað tykist ikki at vera serliga áhugavert. Og tað er spell, tí eg ivist ikki í, at uppaftur fleiri høvdu fingið hjálp, um størri fokus varð sett á møguleikan fyri at koma í viðgerð.
Tey ungu
Sum er, eru øll bæði ung og eldri, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar saman í viðgerðini á Blákrossheiminum. Olga dylir ikki yvir, at teir ungu misnýtarnir, sum ofta eisini hava trupul-leikar við rúsevnum, ikki støðast serliga væl í viðgerðini. Og tað undrar hana ikki so nógv.
- Okkara viðgerð er uppruna-liga skræddaraseymað til rúsdrekkamisnýtarar. Hesi eru sum oftast eitt sindur eldri, tá tey koma í viðgerð, og tað setur sín dám á umhvørvið her og tey tiltøk, sum eru á skránni. Mín dreymur er, at vit fáa eitt hús fyri seg til ungar misnýtarar, tí tey hava ein annan tørv og onnur áhugamál, sum vit ikki megna at nøkta nóg væl, sum er.
- Tað er ongantíð gleðiligt at verða noyddur at fara í viðgerð fyri misnýtslu. Men tá tað kortini er komið har til, gerast útlitini betri, jú fyrr hjálpin kemur. Vit eru longu í holt við at útbúgva fólk til at taka hond um serliga tey ungu, so glottar eru at hóma.
Vit hava ongantíð nakra trygd fyri, at okkara arbeiðið eydnast, men tað eiga ikki at verða ytri umstøður, sum gera av, um hjálpin kemur í røttu løtuni, sigur Olga.
Ikki slept upp á fjall
Tað hendir av og á, at fólk, ið hava verið í viðgerð á Blákrossheiminum, ongastaðni hava at fara, tá tey verða útskrivað. Av onkrari orsøk hevur teirra lív lagað seg soleiðis, at tey eru vorðin heimleys. Men ongin, sum hevur verið á Blákross, verður sleptur uppá fjall, fyri tað, um viðgerðin er liðug.
? Vit hava ein búfelagsskap, har pláss er fyri 7 fólkum. Har kunnu fólk, sum hava verið í viðgerð, búgva í upp til eitt ár fyri eina bíliga leigu, treytað av at tey halda seg edrú. Tankin við búðfelagsskapinum er at geva teimum, ið hava tørv á tí, ein kjans fyri og hjálp til spakuliga at koma at virka sum vanligir samfelagsborgarar aftur. Vit vænta av teimum, at tey sjálvi gera sítt til, og tí verður eitt ávíst eftirlit hildið við teimum. Annars hava tey allar tær skyldur, vanligir borgarar hava.
- Allir trupulleikar verða ikki loystir, fyri tað um ein misnýtari verður edrúur. Summi av teimum hava ongantíð veruliga livað eitt vanligt lív og skulu nústaðni læra tað. Tað tørvar teimum hjálp til, og uppgávan hjá Bláa Krossi er jú at vera til staðar og hjálpa, har tørvur er á tíð. Eisini tá tey ikki longur eru búfólk á Blákrossheiminum, men bara vanlig menniskju, sum eisini tørva næstakærleika, sum øll vit onnur, sigur Olga Magnussen at enda.
???????????????????

Fakta

Blákrossheimið í Tórshavn byrjaði sítt virksemi í 1984.

Virksemi:Viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekka-/
rúsevnistrupulleikum

Viðgerð:Avrúsing, bólkaviðgerð, eftirviðgerð.
instaklingaviðgerð og ambulant viðgerð.
Búpláss:15
Starvsfólk:Leiðari, lækni, sjúkrarøktarfrøðingar, alkoholráðgevar,
sálarfrøðingur, hjálparar og skrivstovufólk.
Sosialráðgevi og prestur hava eisini tilknýti til heimið.