Næmingaheim
Tveir útbúgvingarstovnar fara at húsast í nýggja miðnámsskúladeplinum í Suðuroy, Heilsuskúli Føroya og Miðnámsskúlin í Suðuroy.
Skúlin fer soleiðis at lata upp fyri góðum samanspæli millum útbúgvingarstovnarnar og fer at geva Suðuroynni – næmingum og lærarum – eitt meira mennandi og spennandi umhvørvi.
- Hetta verður eitt skúlaumhvørvi, sum væntandi fer at gera tað enn meira áhugavert hjá ungum í oynni at nema sær miðnámsskúlaútbúgving. Umhvørvið fer eisini at gera tað meira áhugavert hjá føroyingum annars at koma til Suðuroyar at nema sær útbúgvingar á Heilsuskúla Føroya, sigur Kristina Háfoss.
Tá skúlabygningurin í Hovi varð reistur í vikuni, segði landsstýriskvinnan, at Suðuroyggin fer at fáa eitt nýtt savningarstað, har skipast kann fyri alskyns virksemi, eitt nú eftirútbúgvingarskeiðum, stakgreinalestri, eins og mentanarligum og vinnuligum tiltøkum.
Landsstýriskvinnan segði, at ein av avbjóðingunum fyri framman er at skapa karmar fyri teimum næmingum, ið koma langvegis fyri at ganga á skúladeplinum.
- Neyðugt verður tí at taka støðu til spurningin um næmingaheim í næstum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at skapa góðar karmar, kanska serliga innan heilsuskúlan, har fólk eisini koma úr øðrum oyggjum til Suðroyar í skúla. Eitt skúlaheim verður eisini við til at skapa eitt enn meira livandi umhvørvi rundanum skúladepilin í Hovi, segði Kristina Háfoss.