Næsta slagið hjá Stjørnuni

Eftir sigurin á VÍF seinasta vikuskiftið, skal Stjørnan hesa ferð royna seg á útivølli móti Neistanum

Hondbóltur

Tað var vorðið sum byrjan upp á endaspælið, sum varð Stjørnuni til lut í ár. Eftir eina hálvgum bleyta byrjan við útidysti móti StÍF, sigur kalendarin VÍF, Neistin og VB, og hetta eru júst tey liðini, sum Stjørnan skal kappast við, um dreymurin um FM-gullið skal gerast veruleiki.
Fyrsta royndin gekk væl, tá VÍF varð sent heim við ongum, og nú er tað so Neistin, sum stendur fyri tørni. Undan hesum er støðan hjá Stjørnuni at kalla júst hin sama, sum var undan VÍF-dystinum, tí á stigatalvuni er Neistin fimm stig aftan fyri Stjørnuna, men við einum dysti færri.
Tí kann Stjørnan við enn einum sigri gera gullið til ein spurning millum Klaksvík og Vág, og einki er at ivast í, at tað er júst hesum, sum farið verður eftir sunnudagin. Tað er tó eingin loyna, at bláu kvinnurnar hava eitt óvanligt treiskni í sær, og hetta hevur ofta gjørt, at tær roynast væl betri, enn tað annars varð roknað við. Nakað sum hini liðini longu hava sannað, tí fyri tað nógva av grundspælinum var líkt til, at Neistin ikki skuldi gera tær heilt stóru skreytirnar, men tær hingu alla tíðina í, og enn standa tær ikki so nógv verri í tí, enn hini liðini í oddinum gera. Og fáa tær ein sigur sunnudagin, fer at síggja heilt spennandi út.

Væntandi heimasigrar
Hinir báðir dystirnir sunnudagin tykjast ikki á sama hátt vera heilt so spennandi.
Í Vestmanna fær VÍF vitjan av Kyndli, og tað er einki at ivast í, at heimaliðið her roknar við tveimum tryggum stigum. Sum støðan er nú, so skal VÍF helst ikki gera sær tær heilt stóru vónirnar um gullið, men nøkur óvæntað úrslit kunnu skjótt broyta hesa støðuna, og so ræður um hjá VÍF ikki at snáva, og tað gera tær neyvan móti Kyndli.
VB skal á heimavølli taka ímóti Søljuni, og somuleiðis er her væntandi, at stigni verða eftir hjá heimaliðnum. Søljan hevur kanska havt eina støðuga leikligu framgongd hetta kappingarárið, men enn skulu tær helst ikki gera sær vónir um stig móti teimum sterku liðunum, og hesi telist VB so heilt avgjørt ímillum.