Næsta sett tók ÍF eisini

ÍF byrjaðu sum eitt óløgið í næsta setti í høllini á Hálsi. Tær løgdu seg á odda heili 7-2, og eftir tað høvdu SÍ trupuleikar við at koma inn í dystin.

 

Spælið hjá ungu SÍ kvinnunum virkaði nervakent, og nøgvir feilir hava við sær, at tær ikki megna at koma stórt nærri ÍF.

 

ÍF vinnur tískil næsta sett 25-16, og eru nú á odda 2-0 í settum.