Næsta árið verður rak í Sumba

Inntøkan hjá Sumbiar Kommunu er munandi fallin seinastu tíðina og tað verður ikki mætari komandi ár

Tey komandu árini mugu sumbingar venja seg við trengri tíðir.
Bygdaráðið í Sumba er í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár. Men tað er í øllum førum greitt, at fíggjarliga verður tað ikki rúmsátt hjá sumbingum næsta ár.
Jacob Vestergaar, borgarstjóri, sigur, at inntøkan hjá kommununi av skatti verður nógv minni í ár, enn mett varð tá ið árið byrjaði.
Hann sigur, at við ársbyrjan hevði kommunan mett at fáa 7,5 milliónir inn í skatti.Men nú árið er við at enda, verður inntøkan ikki meiri enn 6,5 milliónir, ella eina heila millión minni.
Næsta ár sigur metingin, at skattainntøkan verður tað sama sum í ár, ella 6,5 milliónir, kanska enntá eitt sindur minni,
Hetta er gongdin, hóast lønirnar hækka alsamt.
Somuleiðis varð skattaprosentið í fjør hækkað úr 20 %, upp í 21%, men tað hevur altso ikki givið væntaða úrslitið.
Orsøkin til tað er sjálvandi, at fleiri arbeiðspláss í Syðru helvt í Suðuroy eru farin av knóranum.
Og fyrrenn meiri arbeiðið verður aftur, kemur ikki vend í.

Mugu repa seglini
Sostatt verður neyðugt at repa seglini í Sumbiar kommunu næsta ár.
Men komumunan hevur hesi seinastu árini tikið eitt ódnartak við at byggja skúlan út fyri 11 milliónir.
Til endamálið tók kommunan eitt lán stuttfreistað lán upp á fýra milliónir, sum skuldi betalast aftur í 2005 og í 2006.
Sostatt skuldi kommunan betala tvær milliónir í avdráttum fyrst í næsta ári. Men sum støðan er nú, klárar kommunan ikki at betala avdráttin.
? Vit noyðast at taka samráðingar upp við peningastovnin um at útseta tíðarfreistina í nakrar mánaðir, so at vit kunnu betala nakað seinni í árinum.
Bygdaráðið vildi betala skuldina aftur ímeðan tíðirnar enn vóru hampiligar, Men av tí, at kommunan skal betala fýra milliónir aftur tey bæði komandu árini, verður tað annars tungt hjá sumbingum og rúmd verður at kalla ikki fyri nøkrum, uttan vanliga rakstrinum.
Sostatt fer kommunan at kalla ongar útbyggingar næsta ár. Kommunan fer at seta 150.000 krónur av til bakkaverju fyri at forða fyri, at enn meiri lendi fer í havið í briminum.
Hesi síðstu árini hevur landsstýrið sett 300.000 krónur av m árið til bakkaverjuna í Sumba og saman við tí, sum kommunan hevur sett av til endamálið hevur tað skapt arbeiðið til nakrar mans tað ljósu tíðina.
Men á fíggjarætlanini fyri næsta ár, er hendan upphæddin strikað og tað er sjálvsagt steinur omaná byrðu hjá kommununi.
Harafturat hevur kommunan sett einar 50.000 krónur av til kloakk og 50.000 krónur til vatn.
Men hetta er mestsum bara fyri at hava nøkur oyru tøka, skuldi okkurt bráðneyðugt tikið seg upp, sum krevur ábøtur, ella fer onkur at byggja og fær brúk fyri kloakk og vatni.
Tá ið hesi bæði næstu árini eru farin, hevur kommunan sostatt tað meiri til taks, sum avdráttirnir til skúlan eru.
Hinvegin hevði tað ikki verið lætt hjá kommununi at hjálpt til, skuldi onkur funnið uppá at lagt eitt virki í kommununi, soleiðis sum aðrar kommunur gera við atløguplássi, grundstykki o.s.fr, tí umframt sjálvan raksturin er ikki rúmd fyri nøkrum sum helst.
Kortini er kommunan hampiliga væl útbygd. Umstøðurnar í skúlanum eru sera góðar, vegirnir eru nýliga asfalteraðir og vatn- og kloakkskipanirnar eru í góðum standi.
Annars er ikki ætlanin at hækka skattaprosentið meir og sostatt verður skattaprosentið aftur 21% næsta ár. Somuleiðis verður barnafrádrátturin óbroyttur, ella 3.500 krónur um árið fyri hvørt barni.
Umframt lánið til skúlan, skyldar kommunan tvær milliónir.